Rajat Gupta, fyrrverandi stjórnarlimur í amerikanska stórbankanum Goldman Sachs og eitt skifti stjóri í ráðgevarafyritøkuni McKinsey, fekk í gjárkvøldið tvey ára fongsulsrevsing fyri umfatandi svik. Harafturat skal hann rinda fimm milliónir dollarar í bót.
Gupta varð dømdur fyri at hava latið einum vinmanni loyniligar upplýsingar. Vinmaðurin var stjóri í einum tryggingarfelagi, sum fekk stóran fíggjarligan ágóða av teimum loyniligu upplýsingunum frá bankastjóranum.
Tryggingarstjórin Rajaratnam fekk í fjør 11 ára fongsul fyri svik, og fleiri onnur hava fingið dóm í sambandi við sama mál, skrivar AFP.