Bankakreppan er bert byrjað

Fleiri leiðandi persónar innan danska bankasektorin siga, at trýstið á bankakervið framhaldandi er stórt. Onkur teirra metir, at á leið helmingurin av donsku bankunum ikki eru til um fá ár

Hóast 53 bankar lótu lív ella máttu endurskipan, tá fíggjarkreppan herjaði í danska ríkinum, so verða fleiri afturat, ið noyðast at geva seg. Tað siga fleiri leiðandi persónar innan danska bankasektorin við heimasíðuna, epn.dk.

 

- Seinnu árini hava vit havt eina gjaldføriskreppu, eina kapitalkreppu og eina vinningskreppu í bankakervinum. Nú hava vit eina kreppu, tá um ræður okkara hátt at reka bankar uppá, okkara forrætningsmodel, sigur John Fisker, sum er forstjóri í Ringkjøbing Landbobank við heimasíðuna.

 

Hann vísir til, at bæði privatir og vinnukunar eru varnir og velja at niðurgjalda skuld. Tað gevur ein minkandi eftirspurning eftir bankatænastum, og svarið hjá bankunum hevur verið at skerja talið av deildum.

 

- Vit eru als ikki liðug at tillaga okkum, og eg vænti, at samlaða deildarnetið er skorið í helvt um fimm ár.  Og stjórin í Jyske Bank, Anders Dam, er ikki heilt ósamdur í hesum.

 

- Mítt besta boð er, at vit hava á leið 50 peningastovnar í 2020. Teir, sum yvirliva, verða teir, sum megna at tillaga seg ein minkandi ella stagneraðan marknað. Tí verður forrætningsmodellið hjá einstaka bankanum avgerandi, heldur hann.