EINSKILJING
Í hesum døgum vitjar danski búskaparserfrøðingurin, Morten Bennedsen, í Føroyum. Hann er professari á deildini fyri tjóðarbúskap á Copenhagen Business School.
Í dag fer hann at skipa fyri einum innslagi í sendiningini »Orientering«, sum verður send á útvarpsrásini P1 hjá Danmarks Radio.
Morten Bennedsen ger greitt fyri Sosialinum, at hann í hesum sambandi ikki fer at virka í leiklutinum sum serfrøðingur, men sum journalistur. Hann sigur seg nevniliga hava fingið tey ráðini, at tað kann fatast sum »politisk spreingievni«, um hann sum dani fer at siga sína hugsan um politiskar spurningar í Føroyum, og tí verður bert talan um eina frásøgn frá støðuni í bankamálinum, ið Morten Bennedsen annars kallar eina »spennandi gongd«. Tí vil hann ikki avdúka, hvat hann sjálvur heldur um einskiljingina.
Sendingin verður at hoyra klokkan 16.10 føroyska tíð, men verður løgd á netið stutt eftir hetta.









