Ballon d’Or: Hesir 30 eru í uppskoti

Ballon d’Or hevur kunngjørt hvørjir 30 spælarar eru í uppskoti til ársins spælara

Eftir steðg í eitt ár, er Ballon d’Or aftur á skránni í ár. Tað er franska fótbóltsmagasinið France Football, sum síðani 1956 hevur kosið ársins spælara.

 

Nú hevur Ballon d’Or kunngjørt listan við teimum 30 spælarunum, sum eru í uppskotið til heiðurin í ár. Talan er um nógv kend nøvn, ið ganga aftur. Eitt nú Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum samanlagt hava vunnið heiðurin 11 ferðir.

 

Afturat teimum eru spælarar sum Kevin De Bruyne, Jorginho, N’Golo Kanté, Kylian Mbappé og Robert Lewandowski, ið eru millum teirra, sum veddingarfyritøkur meta fara at fáa nógvar atkvøður.

 

Eitt sindur óvæntað er danski Simon Kjær millum teir 30. Liðskiparin á danska landsliðnum hevur fingið nógv rós fyri sínar leiðaraeginleikar, tá Christian Eriksen fekk hjartasteðg til EM-endaspælið.

 

Millum nýggju nøvnini eru Erling B. Håland, Pedri og Phil Foden.

 

Í uppskoti til 2021 Ballon d'Or:

 

Málmenn:

 

Gianluigi Donnarumma (PSG)

 

Verjuspælarar:

 

Leonardo Bonucci (Juventus)

 

Giorgio Chiellini (Juventus)

 

Simon Kjær (AC Milan)

 

Cesar Azpilicueta (Chelsea)

 

Ruben Dias (Manchester City)

 

Miðvallarar:

 

N'Golo Kante (Chelsea)

 

Mason Mount (Chelsea)

 

Nicolo Barella (Inter Milan)

 

Bruno Fernandes (Manchester United)

 

Pedri (Barcelona)

 

Luka Modric (Real Madrid)

 

Kevin de Bruyne (Manchester City)

 

Jorginho (Chelsea)

 

Phil Foden (Manchester City)

 

Áleyparar:

 

Riyad Mahrez (Manchester City)

 

Erling Haaland (Borussia Dortmund)

 

Harry Kane (Tottenham)

 

Karim Benzema (Real Madrid)

 

Raheem Sterling (Manchester City)

 

Lionel Messi (PSG)

 

Neymar (PSG)

 

Lautaro Martinez (Inter Milan)

 

Robert Lewandowski (Bayern Munich)

 

Mohamed Salah (Liverpool)

 

Romelu Lukaku (Chelsea)

 

Cristiano Ronaldo (Manchester United)

 

Kylian Mbappe (PSG)