Jenis slepp­ur ikki at broyta Norð­ur­landa­húsið til tjóð­leikhús

Serliga Miðflokkurin hevur eitt horn í síðuni á Norðurlandahúsinum. Flokkurin vil broyta Norðurlandahúsið til tjóðleikhús

Jenis av Rana hevur í valstríðnnum ført fram, at Miðflokkurin ætlar at avtaka Norðurlandahúsið í tí formi, tað er í dag, og umbyggja tað til tjóðleikhús. Sambært flokkinum verður tað ein nógv bíligari loysn, enn at byggja eitt nýtt tjóðleihús.

 

Men tað ber so slett ikki til, tí tann myndugleika hava hvørki Miðflokkurin ella Løgtingið. Tí hvørki Løgtingið eigur einki í Norðurlandahúsinum.

 

Tað ger stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, greitt í skrivi, sum hon hevur lagt á heimasíðuna hjá Norðurlandahúsinum.

 

Hon vísir á, at Norðurlandahúsið er ein norðurlendskur stovnur.

 

Hon skrivar soleiðis:

 

»Kjakið í sambandi við komandi løgtingsval vísir, at misskiljingar eru um, hvat Norðurlandahúsið í Føroyum í roynd og veru er, og hvør eigur stovnin.

 

Virksemið er stýrt av mandatinum, sum er ásett í árligari játtan frá Norðurlendska Ráðharraráðnum - tað vil siga norðurlendsku stjórnunum. Uppgávan frá Norðurlondum er greitt definerað: at styrkja norðurlendska mentanarsamstarvið, byggja brýr millum norðurlendsku samfeløgini, lætta um málsligt og mentanarligt skifti og vera ein opin pallur fyri fólkaræðisligum virðum, framsøgufrælsi og mentanarligum fjølbroytni.

 

Lokalir myndugleikar hava hvørki løgfrøðisliga ella praktiska heimild at broyta nýtsluna av bygninginum, umdefinera virki stovnsins ella yvirtaka raksturin. Bygningurin er partur av norðurlendska stovnsbygnaðinum og kann bert nýtast til endamál, sum eru í tráð við mandatið hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

 

Norðurlandahúsið í Føroyum er ein av teimum tólv stovnunum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum kring Útnorðurøkið og verður árliga fíggjað við 14 milliónum krónum úr Norðurlendska Ráðharraráðnum og 1,7 milliónum krónum úr Føroyum. Peningurin úr Føroyum er serliga markaður til byggingina.

 

Norðurlandahúsið varð stovnað fyri at styrkja samstarvið um øll Norðurlond, við serligari uppgávu at miðla norðurlendska mentan til Føroyar og føroyska mentan til restina av Norðurlondum. Stovnurin byggir á felags norðurlendsku virðini – tey, sum londini eru samd um í felag, og sum geva húsinum sín samleika. Norðurlandahúsið er ein norðurlendskur stovnur við norðurlendskum mandati. Tað eru vit bæði fegin og errin av.«

 

Vegna Norðurlendska Ráðharraráðið

 

Gunn Hernes, 2006.

 

Stjóri í Norðurlandahúsinum