Balkan-lond hava áður skrivað fótbóltssøgu ímóti Føroyum

Kosovo verður ikki fyrsta Balkan-landið, sum skrivar fótbóltssøgu ímóti føroyskum fótbóltsliði

 

Tað er hent ofta, at lond á Balkan skriva søgu, tá tey møta einum føroyskum fótbóltslandsliði ella einum føroyskum felagsliði.

 

Í 1991 spældi gamla Juguslavia fyri seinastu ferð áðrenn landið syndraðist, og bleiv býtt upp í fleiri lond, Slovenia, Makedonia, Kroatia, Slovenia, og seinni Serbia, Montenegro og Kosovo. Næstseinasti dysturin hjá gamla jugoslaviska fótbóltslandsliðnum var ímóti Føroyum í Landskrona 16. oktober í 1991. Jugoslavia vann 2-0. 13. november vann Jugoslavia 2-0 á Eysturríki í Wien, og so skuldu teir til EM-endaspælið í Svøríki. Men Jugoslavia bleiv útistongt frá øllum altjóða kappingum, orsaka av krígnum á Balkan. Danmark kom við uppá avboð, og gjørdi ikki mætari enn at vinna EM.

 

24. apríl í 1996 spældi nýggja Jugoslavia, sum stutt eftir skifti navn til Serbia og Montenegro sín fyrsta undankappingardyst aftaná stongsilin. Dysturin var ímóti Føroyum, sum vann seinna hálvleik 1-0. Jugoslavia var tó á odda 3-0 í steðginum í HM-undankappingardystinum, sum var leiktur í Beograd.

 

16. juni í 1993 fekk kroatiska fótbóltssambandið limaskap í UEFA. Fyrsta kroatiska meistaraliðið at umboða Kroatia aftaná limaskapin gjørdist Croatia Zagreb, sum møtti B68 í innleiðandi umfarinum. Croatia Zagreb vann 5-0 á Toftum, og 6-0 niðri í Zagreb. Toftamenn fingu tó eina jaliga uppliving. Kroatisku áskoðararnir góvu toftamonnum sín stuðul, og fóru at rópa "Tofta, Tofta" undir dystinum niðri í Zagreb. 

 

Í farnu EM-undankapping skrivaði Balkanlandið og fyrrverandi EM-vinnararnir, Grikkaland søgu við at tapa báðar EM-undankappingardystirnar ímóti Føroyum, sum skrivaði enn størri søgu við at vinna báðar dystirnar. Tað, sum ger hesa søgu enn betri nú er, at venjarin, Claudio Ranieri fekk sekkin, tá Grikkaland tapti 0-1 ímóti Føroyum 14. november í 2014. Fyri stuttum skapti Claudio Ranieri størsta fótbóltsundurið í enskari fótbóltssøgu við at vinna Premier League við nógv undirtippaða liðnum, Leicester City.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 eru Føroyar aftur partur av fótbóltssøgu, sum verður skrivað á Balkan. Fyrsti altjóða, skrásetti landsdysturin hjá nýggja UEFA-limalandinum, Kosovo verður leiktur ímóti Føroyum í Frankfurt í Týsklandi. Rás2 er á staðnum, og sigur frá dystinum.

 

Besta "Balkan-úrslitið" hjá føroyska landsliðnum var ímóti Slovenia á Svangaskarði á Toftum í einum HM-undankappingardysti, sum var leiktur 3. september í 2000. 9. juni árið fyri leiktu Føroyar javnleik 2-2 ímóti Bosnia í EM-undankappingardysti á Svangaskarði, sum eisini var eitt gott úrslit.