Fiskivinna
Bakur og Rókur landaðu út við 200.000 pund í Saltangará í vikuni. Hetta er fyrsti veruligi túrurin hjá Róki. Teir hava frammanundan verið ein styttri túr, har skipini landaðu eina minni nøgd í Saltangará.
Á skrivstovuni hjá Beta siga tey, at Rókur vísir seg at rigga væl og er eitt gott skip.
Lerkur, sum er hitt skipið, ið Føroya Fiskavirking hevur keypt, er nú longdur á Tórshavnar Skipasmiðju.
Lerkur liggur nú í Runavík, har maskinverkstaðurin FJM er farin undir at seta nýggju verksmiðjuna upp.
Væntandi verður Lerkur klárur til fiskiskap um einar tríggjar vikur, og tá fara Lerkur og Rókur at partrola.
Bæði Bakur og Stelkur hava verið á beding í Klaksvík, har skipini eru klassað. Hetta arbeiði hevur tikið stívliga 14 dagar hjá hvørjum skipi, og nú eru skipini liðug og fara útaftur at partrola.
Nýbygningarnir, sum Føroya Fiskavirking letur byggja í Spaniu, verða ætlandi lidnir um mánaðarskiftið november/ desember og verða væntandi í Føroyum í desember.