Bakteriur finna olju

Kanadisk vísindafólk kanna nú, um bakteriur, sum trívast best í hita, kunnu brúkast til at leita eftir olju undir havbotninum í teimum arktisku økjunum. Kanadiski vísindamaðurin Casey Hubert og felagar hansara hava funnið slíkar bakteriur á havbotninum nærhendis Svalbard.

Casey Hubert heldur, at tær hitasøkjandi bakteriurnar kunnu finna olju og gas á ella undir havbotninum, men at tað er skilabest at brúka tær saman við nútímans tøkni so sum teimum vanligu seismisku kanningunum.