Bakkakórið tagdi

Tá Ransin Djurhuus gavst at floyta, plagar sokallaða bakkakórið at syngja ein sang. Soleiðis var ikki sunnudagin. Heldur ikki var nógvur gleimur annars kring vøllin, og tað legði Egil á Bø, liðskipari til merkis.

- Tey plaga at syngja, tá dysturin er liðugur, men tað var ikki í gjár. Men annars haldi eg áskoðararnar vera fínar, sigur liðskiparin, tá hann verður spurdur um áskoðararnar hjá verandi meistarunum.

Til dystin sjálvan metir Egil á Bø, at úrslitið speglaði gongdina, og at EB/Streymur hevði sigurin uppibornan.

- Vit høvdu nøkur góð álop og defensivt haldi eg, at vit spældu væl, sigur liðskiparin.

Leif Niclasen hevur skotið trý mál fyri EB/Streym í ár. Tað seinasta var eitt vakurt mál sunnudagin, og hetta tekur ikki Egil á Bø á bóli.

- Leif ger onkuntíð tílíkt í venjing, og hann er eisini ein gamal áloypari, so tað er ikki so løgið, sigur Egil á Bø