Bakkafrost og Vestlax leggja saman

Partaeigararnir í teimum báðum størstu alifyritøkunum í Føroyum hava skrivað undir avtalu um at leggja feløgini saman frá 1. januar 2010 Samstundis er farið undir fyrireikingar at skráseta samanlagda felagið á virðisbrævamarknaðinum í Oslo næsta ár.

Bakkafrost skipaði í 2006 saman við Havsbrún og Føroya Banka nýggja alisamtakið Bakkafrost Holding í Norðoyggjum og syðra parti av Eysturoynni. Aðalmálið við felagnum var at bøta um møguleikarnar at skipa eina burðardygga aling í Føroyum. Bakkafrost Holding hevur staðið seg væl hesa tíðina og virkar nú á fjórða ári við fullari framleiðslu í øllum liðum.

Á marknaðinum fyri laks ráða stórar handilsketur, ið leggja dent á at gera avtalur um stórar nøgdir í senn. Vit meta tað vera ein avgjørdan fyrimun, at samanlagda felagið verður ein stór eind, tí tá verður lættari at handla við alsamt vaksandi kundarnar, siga Líggjas í Bø, nevndarformaður í Bakkafrost Holding, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í Vestlax.

Við færri eindum í alivinnuni ber betri til at stýra ymsu økjunum í vinnuni, og hetta er umráðandi fyri at avmarka lívfrøðiliga váðan. Við skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum í Oslo fer almenningurin at kunna vera við í eigaraskarðanum í felagnum og fáa ágóða, um væl gongst í hond, siga Líggjas í Bø og Bergur Poulsen.

Bakkafrost og Vestlax hava gjørt avtalu við Corporate Finance-deildirnar hjá Føroya Banka og Nordea um, at deildirnar báðar standa fyri at fyrireika børsskrásetingina í Oslo.

Ætlanin umn samanleggingina er treytað av myndugleikagóðkenning, siga feløgini í tíðindaskrivi