Christopher Robin Vinter, sum er laksagreinari í Sparebank1 Markets í Noregi, heldur, at tað serliga eru tríggjar fyritøkur, sum hugsandi kunnu hava áhuga í at keypa virksemið hjá Grieg Seafood í Hetlandi. Hann væntar, at hesin parturin av fyritøkuni, sum hevur verið lýstur til sølu, fer at verða seldur fyri eina til tvær miljardir norskar krónur.
Í gjár almannakunngjørdi Grieg Seafood úrslitið fyri triðja fjórðingsár í ár. - Hetta hevur verið eitt avbjóðandi fjórðingsár hjá okkum, segði samtaksstjórin, Andreas Kvame, sum legði aftrat, at fyritøkan ikki hevur megnað at livað upp til ambitiónirnar.
iLaks.no skrivar, at í einari fráboðan til keypsskálan í samband við úrslitið í triðja hálvári verður sagt, at Grieg Seafood framyvir fer at hava sítt fokus á Noreg og Kanada, og her verður lagt aftrat, at samtakið ynskir at selja virksemið í Hetlandi.
Samskiftisleiðarin í Grieg Seafood, Kristina Furnes, sigur við iLaks, at samtakið arbeiðir við einari stratekiskari gjøgnumgongd av virkseminum í Hetlandi við tí endamáli at selja, tá løtan er hin rætta.
- Vit vænta, at tilgongdin verður liðug einaferð í 2021, tó at eingin føst tíðarætlan er løgd, sigur Kristina Furnes. iLaks.no veit eisini at siga, at virksemið hjá Grieg Seafood í Hetlandi eisini varð lýst til sølu longu í 2016.
Í einum notati hevur laksagreinarin, Christopher Robin Vinter hjá Sparebank1 Markets, givið sítt boð upp á, hvørjir hugsandi keypararnir av virkseminum hjá Grieg Seafood í Hetlandi eru.
- Potentiellir keyparar eru sjálvandi Bakkafrost, men eisini Scottish Sea Farms/ Norskott Havbruk, sum bæði Lerøy Seafood Group og SalMar eru partur av og síðan Cooke Aquaculture.
Christopher Robin Vinter sigur, at tað ikki er óhugsandi, at ein nýggjur keypari kann melda seg og keypa virksemið hjá Grieg Seafood í Hetlandi, men hann væntar ikki, at nøkur søla fer at fara fram fyrr enn um nakrar mánaðir.











