Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur Bakkafrost havt 553 milliónir krónur í avlopi fyri skatt, og 451 milliónir krónur eftir skatt.
Tað upplýsir samtakið í skrivi í morgun.
Fyri triðja ársfjórðing 2013 var úrslitið 244 milliónir krónur fyri skatt og 200 milliónir krónur eftir skatt.
Bakkafrost sigur, at alideildin hevði framúr gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, men felagið framvegis missir nakað av peningi við framleiðsluni av liðugvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.
Regin Jacobsen, stjóri sigur, at tað eru serliga teir høgu laksaprísirnir, og meiri tøka av laksi, sum síggjast aftur í úrslitinum.
- Eftirspurningurin eftir laksi er størri enn útboðið, og hetta sæst aftur í hækkandi laksaprísum.
Hinvegin missir Bakkafrost framvegis pening við at framleiða lidnar vørur. Orsøkin er, at prísurin á laksi hevur verið høgur og prísurin á lidnu vørum hevur verið lægri.
- Men útlitini fyri at lønandi virsemi í hesum partinum av virseminum komandi ársfjóringarnar eru tó góð, sigur Bakkafrost.
Regin Jacobsen sigur, at nú sjúkan, Neoparamoeba perurans, er staðfest í føroyskum alibrúkum, kann tað hava negativa ávirkan á gongdina hjá alivinnuna. Men hann leggur afturat, at føroyska alivinnan er væl fyri at loysa hesar avbjóðingarnar.
Regin Jacobsen sigur, at 30. september hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld á 737 milliónir krónur, aftur ímóti 807 milliónum við ársenda 2012.
Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 601 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 52%.
Regin Jacobsen sigur, at marknaðarútlitini fyri laks eru góð.
- Eftir at útboðið øktist umleið 22 prosent í 2012, tykist útboðið at økjast við um 3 prosent 2013 og einans 2 prosent í 2014.
- Bakkafrost væntar at hetta fer at hava høgar laksaprísir við sær eina tíð.
- Søluavtalur verða vanliga gjørdar fyri seks til tólv mánaða tíðarskeið fyri tær virðisøktu vørurnar, sum Bakkafrost framleiðir. Hetta tryggjar eina støðuga príslegu. Framleiðsluorkan fyri 2013 er øll umfata av gjørdum avtalum og felagið er byrja at gerða sáttmálar fyri 2014. Hesir verða væntandi á eini hægri príslegu enn í 2013.
Bakkafrost væntar at taka umleið 42.500 tons í 2013 og 47.000 tons í 2014.
Bakkafrost væntar at seta 10 milliónir smolt út í 2013, hetta er heldur minni enn í 2012.
Bakkafrost væntar at gera íløgur fyri 170 milliónir krónur í ár. Harumfamt kemur brunnbáturin sum felagið letur byggja.
- Báturin verður 3.000 m3 og kann taka 450 tons av livandi fiski. Báturin verður latin Bakkafrost í 2015.
Annars verða íløgur gjørdar í øll lið í virðisketuni hjá samtakinum. Íløgurnar skula tryggja framhaldandi kappingarføri, samstundis sum framleiðsluorkan skal økjast og tilbúgvingin betrast.