Gentan, sum slapp frá flogvanlukkuni við Komorurnar á lívi, er nú aftur í Fraklandi Tann 14 ára gamla Bahia Bakari, sum slapp við lívinum frá flogvanlukkuni við Komorurnar fyrr í vikuni, kom í morgun við flogfari til Le Bourget-flogvøllin uttan fyri París.
Gentan bleiv alt fyri eitt koyrd í ein sjúkrabil, sum flutti hana á eitt sjúkrahús í býnum, skrivar AP.
Franski flutningsmálaráðharrin og fleiri umboð fyri fronsku stjórnina, sum hava verið á Komorunum síðani vanlukkuna, komu við sama flogfari. 151 fólk lótu lív í flogvanlukkuni við Komorurnar, teirra millum mamma Bahia Bakari. Hon og mamman skuldu halda summarfrí á Komorunum. Pápin, Karim Bakari, var eftir í Fraklandi.