Bahá'i trúgvin og sáttmálin

Týsdagin 25. november klokkan 19.00 bjóðar Bahá?i samfelagið í Havn til evniskvøld í Bahá?i Miðstøðini í Gundadali. Evnið hetta kvøldið er »Sáttmálin«.


Guð hevur gjørt ein sáttmála við mannaættina um altíð at standa okkum við lið, tí Guð er tann, ið hevur skapað alt, og hann elskar okkum menniskju.

Guð sendi jørðini Jesus til tess at vit skuldu vita, hvussu vit skuldu liva, og somuleiðis sendi Guð hinar stovnararnar av heimsins trúgvum, at vegleiða mannaættina gjøgnum tíðirnar.

Bahá?iar trúgva, at Bahá?u?lláh er afturkoma Krists og boðberi Guðs til mannaættina í dag, og at Guð enn einaferð hevur endurnýggjað sín sáttmála við mannaættina.

Mannaættin er nú »vorðin tilkomin«. Barnaárini og ungdómsárini liggja aftanfyri okkum. Vit skulu skapa eind í heiminum, liva í friði við hvørjum øðrum, tí at »Jørðin er bert eittans land og mannaættin íbúgvar tess, sum Bahá?u?lláh kunngjørdi.

Hetta kvøldið verður ein stuttur fyrilestur um »Sáttmálan«, tónleikur verður spældur og kaffi verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bahá?í Miðstøðin er annars opin hvønn hósdag frá klokkan 16.30 til 18.30.