TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze aftaná 0-2, og harvið samlaða 0-4 tapið hjá Víkingi ímóti FK Ventspils úr Lettlandi í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.
Sámal Erik Hentze er vónbrotin um úrslitið, men hann bar seg undan at viðmerkja avrikið hjá sveisiska dómaranum.
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi staðfestir tó, at hansara menn áttu at verið meir varnir, tá teir høvdu eitt gult kort frammanundan. Sámal Erik Hentze er vísur í, at høvdu teir hjá Víkingi spælt 11 ímóti 11, so høvdu teir vunnið dystin ímóti FK Ventspils.