Backstreet drongur fingið svínakrím

Svínakrím tekur ikki hædd fyri, hvørt ein er stjørna, ella ikki. Fleiri stjørnur hava sannað hetta, eftir at hava fingið H1N1 smittuna. Seinasti í røðini av stjørnum, ið hava smittuna, er Brian Littrell úr Backstreet Boys, sum hava tvær konsertir í Danmark í desember.

Barckstreet Boys hava í dag avlýst framførslu á Hard Rock Café í New York. Brian Littrell sannar, merktur av sjúkuni, á heimasíðuni hja bólkinum, at hann má halda seg undir dýnuni og burtur frá øðrum fólkum.