Back to basic í Vági

Vágur: - Hóast vit liggja niðast í kappingini, so hava vit ikki mist mótið um at verða verandi í bestu deildini, sigur Henning Joensen, sum spælir sum vinstri vongur á Vodefone-liðnum hjá FC Suðuroy. - Vit eru allir við gott mót. Eingin ivi um tað, staðfestir hann.

Tað er týskvøld vesturi á Eiðinum í Vági. Klokkan er ikki nógvar minuttir yvir 18:15, tá allir leikarar eru klárir til venjing.

Tað er kanska ikki tað mest hugaliga veðrið til eina fótbóltsvenjing hesa løtuna. Mjørkin hongur tjúkkur oman yvir vøllin og ælingar skiftast um at irritera fólk, fæð og fótbóltsleikarar.

Men leikararnir á vøllinum ansa neyvan veðurlíkindunum. Hjá teimum hevur bert tann rundi bólturin áhuga, og ikki minst dysturin sum skal spælast kvøldið eftir ímóti EB/Streymi.

Hetta er í mangar mátar ein serstøk venjing, tí hetta besta fótbóltsliðið í oynni gongur í løtuni í tveimum bólkum: Nakrir av spælarunum venja her suðuri. Og hinir venja norðanfyri, orsakað av arbeiði og øðrum.

Í kvøld eru teir allir savnaðir saman til hesa seinastu venjingina áðrenn tann týdningarmikla dystin kvøldið eftir. Ongum nýtist at hava staðið leingi og eygleitt leikararnar, fyrrenn ein sær, at hetta er tað sum teir veruliga brenna fyri og liva fyri.

Lagið er gott nú undir upphitingini, sum venjari teirra Jóan Pauli Olsen hevur sett teir til: Eitt spæl, har leikararnir eru í ringi og spæla bóltin millum sín, meðan tveir teirra royna at fáa fatur á bóltinum.

Teir tykjast hugna sær við hesum spælinum, sum fær teir at síggja týdningin av samanspæli. Men sum eisini skapar samanhald teirra millum. Og sum vónandi at enda fær at skapa samanhang í Vodafone-deildini.

- Moralurin á liðnum er í øllum førum góður, staðfestir 20 ára gamli Henning Joensen.


HB-sjokk

Tað byrjaði annars so væl í ár hjá FC Suðuroy. Ja, tað var ikki frítt, at teir nærum sjokeraðu Føroyameistararnar úr HB í fyrsta umfari, við at skora ikki færri enn fýra ferðir í Gundadali.

Dysturin endaði við einum málríkum 4-4 javnleiki, og fingu teir síðani javnleiki 1-1 ímóti NSÍ í Vági. Men eftir tað gekk ikki so væl: Teir hava bert vunnið einaferð, tað var á B68 og spælt ein javnleik ímóti B36.

- Vit byrjaðu ordiliga gott. Men eg haldi kanska, at vit hildu at liðið hevði kapasitet til at kunna skapa dystir. Vit lógu fyri tað mesta har afturi og vardu, og satsaðu so uppá kontra.

- Men eg veit ikki, - kanska blivu vit ov djarvir, og hildu at vit megnaðu meiri, enn hvat vit egentliga gjørdu, sigur Henning.


Minus 12

Sum nevnt fekk henda satsingin eina heldur álvarsama ávirkan á úrslitini hjá Henningi og hinum, og teir taptu tí fleiri dystir á rað. Í dag vísir málúrtøkan seks stig og minus 12 mál.

- Teir seinastu tveir dystirnar eru vit farnir “back to basic”, vísir Henning á. - Og vóru vit eitt sindur hepnari, kundu vit havt hálað eitt stig suður við okkum úr Runavík, ístaðin fyri at tapa 2-1.

- Men eg haldi, at tann stóri trupulleikin hevur verið, at vit hava skapt ov fáar kjansir og skjóta tí ov fá mál. Tað skulu vit fáa broytt nú, sigur Henning.

Hetta skal gerast teir komandi tríggjar dystirnar áðrenn summarsteðgin - móti EB/Streymi kvøldið eftir samrøðuna við Henning, móti B68 á Toftum og í jóansøkudystinum ímóti B71.

- Hetta er seinasti dysturin áðrenn summarsteðgin. Og hann MÁ bara vinnast.



Úrslit = áskoðarar

Úrslitini - ella mangulin uppá úrslit - hava sjálvandi havt sína ávirkan á stuðulin frá áskoðarunum.

Teir fyrstu dystirnar lá talið av áskoðarum til heimadystirnar um 250 og kom seinni upp á 400, tá B36 og Víkingur spældu á Eiðinum í Vági.

- Ja, vit hava lagt merki til, at tað eru munandi færri áskoðarar við okkum til útidystirnar nú, enn hvat tað var at byrja við. Og tað sama ger seg tíverri eisini galdandi, tá vit spæla heimadystir, sigur Henning.

Ístaðin fyri at venda peikifingrinum ímóti trúføstu áskoðarunum, vendir Henning hann heldur hinar fýra fingrarnar ímóti sær sjálvum og hinum á liðnum.

- Hetta er bara ein áheitan á okkum allar um at venda gongdini. Um vit gera tað, so fara áskoðararnir heilt sikkurt at koma aftur.




Tveir dystir - 1 stig

Seinasti dysturin hjá FC Suðuroy hesumegin summarfrítíðina er heimadysturin ímóti einum øðrum liði í niðara enda á stigatalvuni - B71.

Eftir at samrøðan við Henning Joensen varð gjørd týsdagin í farnu viku, hava teir spælt tveir dystir: Dagin eftir samrøðuna taptu teir 1-0 heima ímóti EB/Streymi, og sunnudagin fingu teir ein 1-1 javnleik ímóti B68 á Toftum.

Tað vil so aftur siga, at FC Suðuroy hevur fingið 1 stig hesar báðar seinastu dystirnar.