B71 tapti í dag 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.
John Frederiksen setti hol á tíggju minuttir undan steðginum, og fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, tá ið Heri H. Mohr staðfesti 2-0 sigurin.
Higartil í ár hevur Símin Hansen, sum eisini er álopsspælari, staðið á dómaraseðlinum at vera venjari.
Í dag var Stefan Hansson úr Svøríki venjari hjá B71.
-Hann kom til Føroya týsdagin. Tað kvøldið sá hann liðið venja, og hóskvøldið hevði hann ábyrgdina av venjingini, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í B71.
Stefan Hansson er 60 ára gamal, og spældi í síni tíð við eitt nú Landskrona BoIS, IFK Trelleborg, Ystads IF og IFK Malmö í Svøríki umframt í fleiri útlendskum feløgum.
Hann hevur verið venjari í Svøríki, Skandinavia og í fjarskotnum londum. Eitt nú vandi hann 1990 – 1993 IFK Trelleborg, 1994 – 1995 Ystads IF og 1995 – 1996 IFK Malmö. Í Danmark vandi hann 2003 – 2005 Køge BK og 2005 – 2007 Skovlunde IF.
-Ætlanin var alla tíðina, at ein skuldi stuðla Símini Hansen, sum jú eisini spælir, og vit eru fegnir um, at tað nú eydnaðist at fáa Stefan Hansson at koma at hjálpa okkum. Hann og konan taka hetta sum enn eitt upplivilsi uttanlands, at hann nú skal vera venjari hjá B71 í knappar tríggjar mánaðir, sigur B71 formaðurin Karl Vidtfeldt.
-Í dag vóru vit óhepnir. Vit høvdu møguleika at leggja okkum á odda, áðrenn HB fekk hol á, og í seinna hálvleiki løgdu vit nógv fyri í roynd at javna, men tað eydnaðist ikki, og so skoraði HB til 2-0, sigur B71 formaðurin.
Næsta avbjóðingin hjá Stefan Hansson og B71 verður um eina viku á útivølli ímóti Giza Hoyvík.
HB fær leygardagin vitjan av teimum næstbestu hjá Skála.