TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B68, Eliesar Olsen aftaná 0-1 tapið hjá B68 á heimavølli ímóti B36.
Eliesar Olsen er ikki nøgdur við, at hansara menn skapa ov lítið av málmøguleikum. Hinvegin er hann nøgdur við, at hansara menn standa so væl á vøllinum ímóti einum so góðum liði, sum B36, og talan var um ein stóran bata í mun til farna vikuskiftið, tá B68 tapti 1-5 ímóti Víkingi.
Komandi sunnudag verður botngysari á Argjum millum AB og B68. Eliesar Olsen ásannar, at hvørki liðið kann brúka javnleik til nakað nevnivert, og tí væntar hann, at tað verða tvey lið, sum hava ryggin ímóti múrinum, sum fara at gera alt hvat tey kunna fyri at vinna dystin.