B68 hevur eina lítla favorittstøðu móti AB

Her eru oddsini upp á dystin millum B68 og AB

AB hevur alt at spæla fyri í royndini at yvirliva í Betrideildini, meðan heimaliðið, B68 kann spæla frítt tá liðini hittast á Svangaskarði á Toftum í morgin klokkan 15.

 

AB er pískað at fara eftir sigrinum, meðan B68 kann spæla frítt. Júst tað kann mangan vera ein fyrimunur.

 

B68 er ein lítil favorittur hjá 11 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin.

 

Miðaloddsini upp á ein heimasigur til B68 eru 1,90.

 

Miðaloddsini upp á ein útisigur til AB eru 3,23.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið sendir AB niður í 1. deild um ein vinnari er í dystinum millum ÍF og TB eru 3,84.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##