Seinasta triðingin av kappingini í Betrideildini hjá monnum fara vit at taka samanum hvussu tað hevur gingist í teimum trimum dystunum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.
Við 2-0 sigrinum á B68 á ovara vølli í Gundadali í gjárakvøldi tryggjaði B36 sær níggju stig av níggju møguligum stigum móti B68 í Betrideildini hetta kappingarárið.
B36 skoraði fimm mál í trimum dystum móti B68, ið ikki megnaði at skjóta mál ímóti B36 í hesum kappingarárinum í Betrideildini.
B36-B68 2-0 (1-0) - 8. apríl
B68-B36 0-1 (0-0) - 21. mai
B36-B68 2-0 (1-0) - 21. august
Kelda: FaroeSoccer