Nú 1. hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru loknar, er tað framvegis stórur spenningur um, hvørji liðini fara at vera í finaluni.
B36 hevur í kvøld vunnið 2-1 á EB/Streymi í Gundadali, og Víkingur hevur vunnið 2-1 á ÍF í Fuglafirði.
Víkingur var á odda 2-1 eftir 1. hálvleik, og stutt undan leikloki misnýtti ÍF brotsspark, tá ið miðverjin, Poul Ennigarð, úr ellivu metrum sendi í stólpan og út.
Eftir 1. hálvleik var tað ikki nógv, sum bendi á, at B36 eftir dystarlok skuldi verða so væl fyri undan 2. hálvfinaluni, sum árstalsfelagið nú er tað.
EB/Streymur var á odda 1-0 eftir trý korter. Málið skoraði Arnbjørn Hansen eftir kiksaða afturlegging.
Í 2. hálvleiki spenti B36 álopsbogan, tá ið tyngdin í framrættaða partinum var stór. Jákup á Borg, Hjalgrím Elttør og Christian R. Mouritsen vóru í fremstu røð, og tað eydnaðist at skora tvey mál.
Fyri B36 var tað undan lokaluppgerðini ímóti HB 2. hvítusunnudag stak óheppið, at bæði Símun Joensen og innskifti Ingi Højsted noyddust skaddir av vøllinum. Enn er tó ikki greitt, hvussu álvarssamt teir eru skaddir.
2. hálvfinalurnar verða spældar týsdagin 8. juni.
Í fjør vann Víkingur steypakappingini. Víkingur vann á EB/Streymi í finaluni.
----
Dystargongdirnar í góðveðrinum í kvøld:
ÍF-Víkingur
ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Nenad Saric, Fritleif í Lambanun (Dánjal á Lakjuni, 67.), Frank Poullsen, Karl Løkin, Andy Olsen (Ari Ellingsgaard, 81.) - Øssur Dalbúð (Bartal Eliasen, 75.)
Gult kort: Frank Poulsen, Kaj Ennigarð
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Atli Gregersen, Niclas Niclassen, Bárður Hansen - Nenad Stankovic, Súni Olsen, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar (Hjartvard Hansen, 89.), Kaj Leo í Bartalsstovu (Hans Pauli Petersen, 92.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Súni Olsen
25 min
1-2
1-0: Poul Ennigarð 18
horna úr høgru og aftur og fram
1-1: Súni Olsen 23
fríspark eitt sindur úr høgru úr 22 metrum. Flatt skot framvið manngarðinum og inn við nærra stólpa.
1-2: Finnur Justinussen 30
uppspæl í vinstru og innlegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu. Við handara stólpa setti Finnur Justinussen bóltin í málið.
35 min
1-2
Hálvleikur
1-2
75 min
1-2
Heimaliðið var lítið sannførandi í 1. hálvleiki. Eftir steðgin hevur tað verið frægari. Eitt korter undan leikloki er Bartal Eliasen skiftur inn í ÍF álopið fyri Øssur Dalbúð. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at Bartal er á ÍF liðnum. Hann hevur verið staddur uttanlands.
82 min.
ÍF hevur misnýtt brotsspark. Poul Ennigarð sendi í stólpan og út!
Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at innskifti Dánjal á Lakjuni varð feldur.
Liðugt!
1-2
B36-EB/Streymur
B36: Meinhardt Joensen - Johan Ellingsgaard, Fróði Clementsen, Odmar Færø, Símun Joensen (Ingi Højgsted ,60./Heini í Skorini, 77.) - Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Hjalgrím Elttør - Jákup á Borg, Høgni Eysturoy (Christian R. Mouritsen, 46.)
EB/Streymur: Tróndur Vatnhamar - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Alex dos Santos (Arnar Dam, 91.) - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 70.), Pætur Dam Jacobsen, Kristoffur Jakobsen, Sorin Anghel (Daniel Udsen, 73.), Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen
0-1: Arnbjørn Hansen 24.
toppskjúttin kom ímillum, tá ið álopsspælarin Høgni Eysturoy royndi at leggja aftur til málverja sín.
45 min.
Hálvleikur
0-1
Eftir javna fyrsta løtu hava gestirnir sett seg á spælið.
EB/Streymur hevur verið nærri øktari leiðslu, enn heimaliðið hevur verið at javna. Eitt nú hevur Hans Pauli Samuelsen sent fríspark í stólpan.
1-1: Bárður Olsen 51
eftir gott síðuskift úr vinstru frá Christian R. Moouritsen og langskot
2-1: Hjalgrím Elttør 63.
fór sjálvur úr vinstru, sneiddi framvið verjuni og skeyt mittfyri.
75 min.
Eftir steðgin hevur B36 havt væl betri tak á tí, enn heimamenninir høvdu í 1. hálvleiki. Símun Joensen fór av vøllinum, tí hann var skaddur í baklærinum. Inn fyri hann kom Ingi Højsted, sum longu er borin av vøllinum. Í hansara stað er komin Heini í Skorini.
90 min.
2-1
4 minuttir eru lagdir aftrat.
Liðugt!
2-1









