B36 spældi seg so ruddiliga í finaluna

Árstalsfelagið megnaði at svara aftur, og skora trý mál og vinna trivaligan sigur, hóast heimaliðið misnýtti brotsspark

Tað er kæti og fagnaður í B36 leguni. Spælararnir fegnast, og viðhaldsfjøldin er um at fara uppfrá.

 

Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 3-0. Tað ber við sær, at B36 ímóti Víkingi samantalt hevur vunnið hálvfinaluna 3-1 og skal spæla finalu á Tórsvølli leygardagin.

 

At fagnaðurin er so ovurhonds stórur er einki at siga til. B36 hevði knívin á barkanum. Um tað ikki eydnaðist at taka 1-0 leiðsluna hjá Víkingi frá fyrra dystinum og meiri enn tað, so var B36 varpað úr steypakappingini, og so hevði B36 ongan møguleika at vinna seg næsta summar í Europa.

 

B36 vann fyri stuttum 2-0 í landskappingardysti á heimavølli eitt gerandiskvøld herfyri ímóti Víkingi, og heimamenninir vóru øgiliga uppsettir frá fyrsta bríksli, og teir vunnu 3-0 eftir at hava víst framúr hugburð og í løtum gott spæl.

 

Sjey minuttir vóru farnir, tá ið Sebastian Pingel var púra blankur mitt fyri og við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir horna frá Alex Mellemgaard. So var javnt samantalt – 1-1 – og 20 minuttir seinni var B36 frammanfyri 2-0 og samantalt 2-1. Benjamin Heinesen átti uppleggið, og miðvallarin Mathias Thrane økti til 2-0. Sjey minuttir seinni hevði B36 risamøguleika at avgera, men Alex Mellemgaard, sum annars plagar at vera tryggleikin sjálvur úr ellivu metrum, misnýtti brotssparkið.

 

Spenningurin var intensur, tí um Víkingur skoraði á útivølli, so var Víkingur á veg í finaluna. Martin Klein Joensen, Andreas Lava Olsen, sum hevði loyst Martin Klein av, og Sølvi Vatnhamar høvdu góðar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyri Hans Jørgensen, sum í kvøld fyri fyrstu ferð í ár vardi B36 málið.

 

Víkingur spenti álopsbogan, og so var tað aftur Sebstian Pingel, sum skoraði úr spískum. So var 3-0, og teir báðir donsku spælararnir hjá B36 høvdu skorað øll málini.

 

3-0 til B36, sum nú í sigursrúsi bíðar eftir, hvørjum finalan leygardagin fer at vera ímóti. Fyri B36 er tað ein fyrimunur í finaluni, at NSÍ og HB eftir 2-2 nú fyrireika seg til longda leiktíð í Runavík.

 

Víkingur hevur tvey tey seinastu árini tapt finalur ímóti HB. Í ár varð Víkingur varpað úr kappingini um løgmanssteypið í hálvfinaluni.

 

-Lurta og hoyr, hvat hetta hevur at siga fyri okkum øll í B36. Akkurát kann eg ikki siga annað, enn at eg eri ógvuliga glaður og øgiliga stoltur av spælarunum, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

-Hetta var ikki okkara dagur. Tað vísti seg, at vit vóru troyttir, og B36 var betri fyri. Vit hava nógvar ungar menn á liðnum, og okkara lið lærir eisini av sovornum sum hesum, og vit fara at reisa okkum aftur, staðfesti Sølvi Vatnhamar veteranur í Víkingi.