Tað er rómur í B36 leguni, og føroyskur fótbóltur sum heild fegnast saman við 84 ára gamla B36.
B36 vann fyrsta stigið í europeiskari kapping, tá ið tað í 1992 á heimavølli ímóti Avenir Beggen úr Luksemburg endaði 1-1. Ta ferðina var tað Landskronahetjan Kári Reynheim, sum var søguligur málskjútti, tá ið hann í níggjunda minutti legði B36 framum 1-0 á Svangaskarði og legði grundarlag undir 1-1 og fyrsta europeiska stigið.
Hetta var í europeisku kappingini fyri steypavinnarar, sum tá var.
Og hetta var tvey ár eftir heimssensatiónina, tá ið Kári Reynheim og liðfelagarnir 12. september í 1990 vunnu 1-0 ímóti Eysturríki.
Í kvøld – mikudagin 16. september 2020 – og 30 ár eftir sensatiónina í Landskrona og 28 ár eftir, at B36 vann fyrsta stigið í europeiskum fótbólti fyri eitt føroyskt felag, hevur B36 skrivað nýggja føroyska søgu í europeiskum fótbólti.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað eydnast einum føroyskum felag at vinna seg víðari í fjórða umfar í europeiskari kapping.
Í dýrdarveðri á Tórsvølli stóð tað eftir vanliga leiktíð 1-1.
Í longdu leiktíðini legði The New Saints seg á odda 2-1, og so sá møguleikin fyri søguskriving í kvøld út til at vera horvin í fína heystarveðrinum.
Men B36 hevur so ofta víst, at teir í árstalsfelagnum trívast væl í sovornum støðum.
Í dag segði B36 venjarin, Jákup á Borg, at hann og hansara menn trívast í stórum drama, og tað var ikki lukkuligt drama, sum B36 var í, áðrenn tað var greitt, at B36 fer at halda fram í kappingini, og at sigurin eftir longda leiktíð og brotssparkskapping ber við sær, at 2,1 milliónir aftrat renna niður í B36 kassan.
Tá ið tvær ferðir eitt korter í longdari leiktíð var av, og klokkan vísti 121 minuttir, datt bólturin fyri føturnar á innskifta Stefan Radosavljevic, og hann plaffaði til. Og tað kendist sum um, at hetta kundi ikki endað heilt galið, tá ið bólturin sang í nettakinum.
Og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum ikki var minni dramatisk.
Michal Przybylski, sum hevði skorað til 1-0, var tann fyrsti, sum misbrúkti brotsspark, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið. Allir skjúttarnir hjá The New Saints vóru púra tryggir, og so kom tað so vítt, at um skjúttin hjá gestunum skoraði, so var liðugt.
Men so vísti Rói Mørk Hentze, sum fleiri ferðir áður, at hann kann vera avgerandi í brotssparkskapping. Hann bjargaði tveimum brotsspørkum, og tá ið Sebastian Pingel skoraði, so varð tað greitt, at B36 hevði vunnið, og at B36 við sigrinum sum fyrsta føroyska felag nakrantíð hevur spælt seg víðari í fjórða umfar í europeiskari kapping.
Rennið dreingir – eisini í fjórða umfari í Europa League.
B36 - The New Saints 1-1 (0-0) 2-2 eftir longda leiktíð og 7-6 eftir brotssparkskapping
B36 heldur fram í Europa League
1-0: Michal Przybylski 47.
1-1: Leo Smith 81.
1-2: Dean Ebbe 112.
2-2: Stefan Radosavljevic 121.
Brotssparkskapping
3-2: Sonni Ragnar Nattestad
3-3: Paul Harrison
4-3: Alex Mellemgaard
4-4: Adrian Cieslewicz
5-4: Benjamin Heinesen
5-5: Greg Draper
5-5: Michal Przybylski á tvørtræið
5-6: Leo Smith
6-6: Stefan Radosavljevic
6-6: Dean Ebbe B36 málverjin bjargar
7-6: Sebastian Pingel
7-6: Daniel Redmond B36 málverjin bjargar
B36: Rói Hentze Mørk – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen (Erling D. Jacobsen, 111.), Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Andrass Johansen, 112.) – Árni Frederiksberg (Hannes Agnarsson, 67.), Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen (Stefan Radosavljevic, 85.) – Sebastian Pingel
Á beinkinum eru Símun Rógvi Hansen, Jóhann Hansson Joensesn, Andreas Thomsen.