B36 sett fysiskan venjara

Jóhan Hofgaard er settur sum fysiskur venjari hjá B36

B36 hevur sett Jóhan Hofgaard sum fysiskan venjara hjá felagnum. Jóhan hevur útbúgving innan ítrótt og venjing og royndir innan fysiska venjing, skrivar B36.fo.

 

B36 ger í løtuni rúm í niðastu hæddini, sum skal virka sum innandura venjingarrúm hjá spælarum í B36. Nýggj venjingarútgerð til hetta er útvegað, og er tað her, at Jóhan fer at hava fysiskar venjingar, boðar felagið frá.

 

Her í vetur verður lagt út við Betri monnum, Betri kvinnum og Gentum 18, umframt 1. deild, U21 og U17-deildini hjá dreingjum. U15 og U13-deildin hjá gentum og dreingjum fara eisini at fáa ágóðan og grundlæring saman við Jóhan og øðrum, og byrjar hetta eitt sindur seinni, skrivar B36.fo

 

- B36 metir at hetta er ein røtt leið at fara og íløga at gera fyri at betra um venjingar og umstøður hjá spælarunum í B36. Fyrr ella seinni fáa allir leikarar ágóða av hesum, so hvørt, sum teir koma upp í aldur. Hetta verður spennandi at fylgja, og vónandi fer hetta at leggja lunnar undir enn betri spælarum hjá B36, verður sagt úr B36.

 

Jóhan Hofgaard er fimti maðurin í venjaratoyminum hjá besta liðnum hjá B36. Umframt høvðusvenjaran Jákup á Borg, so eru Fróði Clementsen, Tróndur Vatnhamar og André Olsen knýttir at venjaratoyminum hjá besta liðnum.