Á miðjum vølli vinnur Heini í Skorini bóltin og setur kós móti HB hálvuni í vinstru. Við einum 1-2 samanspæli kemur hann í góða støðu og leggur bóltin fyri føturnar á Róaldi Jacobsen. Róligi maðurin við tíggjutalinum á rygginum leggur bóltin til rættis uttan fyri brotsteigin; og úrslitið er givið. Við einum frálíkum skoti leggur hann B36 á odda 2-1, og ongin í Gundadali er í iva um, hvør vinnur fyrstu grannauppgerðina í ár. Málið lýsti væl B36 liðið í gjár. Stríðsviljin at vinna nærdystirnar, skilagóða spælið og evnini at umseta møguleikar til mál.
B36 best frá byrjan, men HB skorar
Longu aftan á fimm minuttir hevði Jákup á Borg eitt skot á stongina. Løtu seinni rakti Símun Joensen tvørstongina. Fyri uttan eina møguleikan, tá Símun Samuelsen kom at standa leysur, so sat B36 á øllum. Deyðbóltarnir hjá Súna Olsen settu HB verjuna, ið hevði nokk við at temja Jákup á Borg og Lukaz Cieslewicz, upp á yvirarbeiði. Tað var eftir ein av deyðbóltunum hjá Súna, at HB málverjin, Heðin Stenberg, setti eitt HB álop í gongd. Bólturin var rullaður út til Pætur Jørgensen í høgru. Inni á egnari hálvu sendi hann ein langan bólt uppum B36 verjuna til ein púra leysan Jón Krosslá Poulsen, sum tamdi bóltin og meddaði til. Eitt gott mál, men helst eru Mikkjal Thomasen og John Petersen ikki nøgtir við verjuna í hesum føri.
B36 javnar
Eftir málið er lítið veiggj í B36, sum tykist hava mist takið á dystinum, meðan HB luktar blóð. Bæði Jákup á Borg og serliga Lukaz Cieslewicz detta eisini úr dystinum. Men fimm minuttir fyri hálvleiki eru teir báðir orsøkin til at Róaldur Jacobsen kann stúta B36 á máltalvuna. Lukaz Cieslewicz sendur eina frálíka sending upp á tvørs av vøllinum til Jákup á Borg, sum er staddur í høgrabori. Við vinstra beini finnur hann Róald Jacobsen í brotsteiginum, sum við høvdinum javnar fyri B36. Tá farið verður til hálvleiks er B36 omaná, og tað merkist eisini á viðhaldsfólkunum hjá B36, sum halda nógvan gang.
Róaldur málar havnina hvíta
Í seinna hálvleiki eru teir hvítu aftur omaná og flótandi álopsspælið skapar HB liðnum nógvar trupulleikar. B36 miðvøllurin, við John Hansen og Heina í Skorini á odda, megnar at basa skapandi partinum av HB miðvøllinum og samstundis seta gongd á mótálopini. Tað er eisini eftir tvídyst á miðvøllinum, at Heini í Skorini setur gongd á álopið, ið endaði við at Róaldur Jacobsen leggur B36 á odda. Eftir málið royna verandi føroyameistarnir at skifta álopskent inn, men í at kalla somu løtu verður Lukaz Cieslewicz feldur í brotsteiginum, og dómarin sigur brotsspark. Sambært Jákupi á Borg, so bar Lukaz Cieslewicz seg undan at skjóta tað, tí tað var hann, ið var feldur. Jákup á Borg, sum var liðskipari, tók ábyrgdina á seg og smekkaði bóltin í netið til stóra gleði fyri áskoðararnar í B36 húsinum.
»HB er eitt tekniseriu lið«
Seinasta korterið trillar B36 bóltin runt í besta Barcelona stíli, meðan áskoðararnir rópa, at HB er eitt tekniseriu lið. Tað er langt síðani, at lagið hevur verið so gott í B36 húsinum. Prikkurin yvir i’ið kom í seinasta minutti av vanligari leiktíð, tá innskifti Ingi Højsted spældi somuleiðis innskifta Kenneth Jacobsen leysan framman fyri málinum. Umvegis tvørstongina brast bólturin í vøllin og í nettakið. B36 staðfesti við málinum sigurin á grannunum og oddastøðuna í Vodafonedeildini. Í gjár riggaði alt hjá B36, sum eisini er ósigrað hetta kappingarárið. Megnar B36 at spæla eins væl í fleiri av hinum oddadystinum, so kann FM steypið eins væl enda í B36 húsinum sum nakra aðrastaðni. Komandi vikuskiftið verður oddabrak í Runavík, har nummar eitt, B36, og nummar tvey, NSÍ, bresta saman.
Ongin broddur í HB
Sjáldan er eitt HB lið blivið so spælt av vøllinum sum í gjár. Tað er ilt at seta fingurin á akkurát, hvat tað er, sum er galið. Tað var ongin broddur í álopinum, og tað var stórur saknur í Andrew av Fløtum, sum fekk seinastu minuttirnar eftir at hava verið skaddur síðani kappingarbyrjan. Eisini Símun Samuelsen tóktist hava árin frá at vera innlagdur við allergiskari reaktión. Men har frá og til at tapa so greitt er langt. HB hevur komandi tríggjar dystirnar uppgávur, sum á papírinum eru í eru av teimum lættaru. Heimadystir móti KÍ og B68, umframt eina vitjan á Sandi. Hevur HB eina ætlan um at bjóða av í oddinum, so skulu hesir dystirnir helst vinnast.










