Í vikuni sum fór kom stóra hagtalssíðan, Instat Scout – ið er ein heimasíða, ið skrásetur øll data í fótbólti, út við rúgvumiklum samandrátti frá Effo-deildini í 2017. Fyrr í kvøld skrivaðu vit eina grein um, at NSÍ var tað felagið í Effo-deildini í 2017, sum hevði bóltin mest.
Les eisini: NSÍ hevði bóltin mest
Ein onnur áhugaverd talva í samandráttinum hjá Instat Scout, er hvat felag hevði flest atsóknir á mál í kappingarárinum í Effo-deildini. Tann talvan vísir, at B36 í miðal var tað felagið, sum oftast skeyt uppá mál í kappingarárinum.
Í prosentum var EB/Streymur tó tað felagið, ið oftast rakti sínar atsóknir innan fyri málrammuna. EB/Streymur hevði í miðal 11,5 royndir á mál hvønn dyst, har 4,7 av teimum vóru innan fyri málrammuna hjá mótstøðuliðnum. Tað gevur teimum eitt prosenttal uppá 41% innan fyri málrammuna.
Tað felagið sum í prosentum rakti ringast innanfyri málrammuna var HB. Av teimum 14,5 skotunum sum HB í miðal hevði uppá mál hvønn dyst í kappingarárinum, raktu bert 33% av teimum skotunum í miðal innanfyri málrammuna hjá mótstøðuliðnum.
Samlaða yvirlitið yvir skot og atsóknir á málrammuna hjá mótstøðuliðunum sær soleiðis út:
1. B36 (16,6 skot í miðal hvønn dyst – 6,6 innan fyri málrammuna – 40%)
2. HB (14,5 skot í miðal hvønn dyst – 4,8 innan fyri málrammuna – 33%)
3. Víkingur (14,4 skot í miðal hvønn dyst – 5,6 innan fyri málrammuna – 39%)
4. NSÍ (14,2 skot í miðal hvønn dyst – 5,6 innan fyri málrammuna – 39%)
5. KÍ (13,8 skot í miðal hvønn dyst – 4,8 innan fyri málrammuna – 35%)
6. EB/Streymur (11,5 skot í miðal hvønn dyst – 4,7 innan fyri málrammuna – 41%)
7. Skála (11,3 skot í miðal hvønn dyst – 4,2 innan fyri málrammuna – 37%)
8. TB/FCS/Royn (10,8 skot í miðal hvønn dyst – 4,1 innan fyri málrammuna – 38%)
9. 07 Vestur (10,7 skot í miðal hvønn dyst – 3,9 innan fyri málrammuna – 36%)
10. ÍF (9,8 skot í miðal hvønn dyst – 3,5 innan fyri málrammuna – 35%)