B36 er betri fyri Anderson

- Eg vil ikki siga B36 er eitt betri felag NSÍ, eg haldi bara tað er betri fyri meg sum fótbóltleikara, at spæla har, sigur Anderson Castilho, sum nú er skiftur til B36.

Samrøða

 

Í gjár váttaði Kristian Dam á Neystabø, formaður í FC Tórshavn, at teir hava skrivað sáttmála við Anderson Castilho frá NSÍ. Vit hava tosað við sjálvan høvuðspersónin um hvussu og hví.

 

Mennandi

25 ára gamli Anderson Castilho valdi ikki at skifta til B36, tí tað er eitt nógv betri fótbóltslið.

- Eg valdi at skifta til B36, tí her havi eg betri møguleikar at menna meg sum fótbóltsleikara. Eg haldi ikki NSÍ er nakað verri lið enn B36, slær brasiliumaðurin fast.

Hann metir ikki, at tað er serliga tungt at siga farvæl við felagið, sum hann fyrstu ferð umboðaði við byrjan av hesum kappingarárinum.

- Sjálvandi havi eg nógvar vinir í Runavík, sum eg mátti siga farvæl við. Men soleiðis er fótbóltur, broyting fer fram allatíð, og tað má man bara taka við. Eg eri komin til Føroya fyri at spæla fótbólt, sigur Anderson.

 

Góðar viðleikarar

Í B36 gerst hann nú viðleikari við tveir útlendingar – ein landsmann, nevniliga Alex José dos Santos, og so Amed Davy Sylla, sum ætlandi verður álopsfelagi hjá Anderson..

- Sjálvandi er tað deiligt at leika á liði við einum, sum kemur frá sama landi. Í álopinum havi eg eisini Sylla við síðuna av mær, og eftir mínum tykki er hann ein tann besti áleyparin í Føroyum, so tað síggi eg fram til, sigur málfarligi áleyparin um málfarligasta áleyparan.

- B36 hevur manglað ein áleypara í eina tíð, og eg vóni at eg og Sylla koma at gera eitt gott arbeiði saman, sigur hann at enda.