B36 bonkurin átti stóran leiklut

Tá ið ein tími var farin, setti B36 venjarin tríggjar nýggjar menn á vøllin, og 12 minuttir seinni var 0-1 vent til 3-1

Tey bitu leingi negl í B36 skýlinum í kvøld. Hóast trúføstu áskoðararnir støðugt koyrdu undir sínar menn, so var ampi á, tí longu tá ið stórur hálvur tími var farin, vísti máltalvan 0-1, og næsta stóra hálva tíman lýsti hon hesa fyri heimaliðið ófrættakendu støðu yvir ovara vøll í Gundadali.

 

Miðverjin Daniel Obbekjær legði 07 Vestur á odda, og uppleggið átti gamli kenningurin í B36 Uros Stojanov. Fyri 07 Vestur kom tað illa við, at Jaspar Van Der Heyden longu eitt lítið korter undan steðginum noyddist skaddur av vøllinum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Uros Strojanov stóran møguleika at økja um leiðsluna, og so var tað, at B36 venjarin Dan Brimsvík skifti tríggjar ómóðar og svangar spælarar inn, og tað hjálpti.

 

Ein tími var farin, tá ið Símun Sólheim, Erlendur Magnusson og Benjamin Heinesen vórðu skiftir inn, og 12 minuttir seinni varð Michal Przybylski fyri fyrstu ferð í ár skiftir inn á B36 liðið. Hann hevur verið so mikið illa skaðadarvaður, at hetta var fyrsta ferðin í ár, at hann var á B36 liðnum.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði B36 til 1-1. Málskjútti var miðverjin Isak Fredrik Jönsson, sum hevur spælt allar fýra dystirnar í landskappingini á tamb, og sum í kvøld fyri fyrstu ferð var málskjútti, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti til B36. Uppleggið átti vongverjin í høgru Jann J. Benjaminsen.

 

Og so gekk tað skjótt hjá B36 og innskiftu spælarunum. Bjarki C. Nielsen átti uppleggið, tá ið Benjamin Heinesen eitt stórt korter undan leikloki skoraði til 2-1, og seks minuttir seinni átti Benjamin Heinsen uppleggið, tá ið Michal Przybylski økti til 3-1 sjey minuttir eftir, at hann var komin á vøllin.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði 07 Vestur um munin. Málskjútti var Oddur í Haraldstovu Petersen, ið varð skiftur inn, tá ið ein lítil tími var farin. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 22 ára gamli Oddur var málskjútti í bestu deildini.

 

Eftir fýra umfør er B36 á triðja plássi við 9 stigum. Sunnudagin verður B36 partur av grannauppgerð á Argjum.

 

Eftir fýra umfør er 07 Vestur á sjeynda plássi við 4 stigum. Sunnudagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti TB.