Ein bátsvanlukka á Hadselfjørðinum í Vesterålen fyrrapartin kravdi fýra mannalív. Myndugleikarnir siga, tvey teirra vórðu funnin um hálvgum níggjutíðina okkara tíð, og ein tíma seinni vórðu hini bæði funnin.
Norska løgreglan sigur, at talan er um eina kvinnu í 30´árunum, 12 ára gamla son hennara og tveir menn í ávikavist 30´árunum og 60´árunum. Kvinnan var teilendskur ríkisborgari, og tann yngri maðurin var úr Afghanistan. Hin var norðmaður og búði í Tromsø.
Løgreglan sigur, at tey fýra fóru við bátinum í gjár. Báturin, sum var 18 føtur langur, er ikki funnin, men bjargingarfør hava funnið fleiri lutir, sum stava frá bátinum, skrivar VG.