- Vit eru einir fýra bátar, sum júst hava lagt til bryggju í Gøtu, og kanska kemur onkur aftrat seinni í dag. Her fara vit at grilla og hugna okkum saman í kvøld, siga bátafólk við Portalin Hóast veðrið á Summar Festivalinum gjørdist so illsligt, at øll tiltøkini leygarkvøldið máttu avlýsast, órógvaði veðrið ikki tey bátafólk, sum komin vóru norður.
Eitt er, at tey, ið høvdu keypt sær atgongumerki til festivalin fyri at hoyra kendar tónleikarar, sjálvandi vóru hørm um, at tey ikki fingu hetta høvi. Hinvegin var ikki líkt til, at illsliga veðrið órógvaði gleðina við at vera í bátinum og hugna sær saman har.
Leygarkvøldið, tá vit vóru fram við bátabrúgvunum í Klaksvík, lógu lekrir búffar og ringdu seg á pannuni umborð á onkrum av hesum bátum, og nógv salat varð skorið niður til at eta aftur við góðari piparsós.
Stundum rykti og skrykti vindurin í bátarnar, men teir lógu tryggir, og eingin órógvaðist stórvegis av hesum.
Einir 40 bátar vóru komnir til Klaksvíkar at halda Summar Festival. Teir fyrstu komu longu hóskvøldið og loystu ikki aftur, fyrr enn farið varð um middagin í dag.
Fyri løtu síðan hevði Portalurin samband við onkran av bátunum.
- Vit eru einir fýra bátar, sum júst hava lagt til bryggju í Gøtu, og kanska kemur onkur aftrat seinni í dag. Her fara vit at grilla og hugna okkum saman í kvøld, áðrenn farið verður víðari einaferð í morgin, søgdu bátafólkini.