##med2##
Frá supputeltinum á bátastevnuni í Vestmanna gekk bátaradioreportarin hjá FM1, Vilmund D.Jacobsen ein túr oman móti bátabrúgvunum aftur fyri at gera fleiri beinleiðis bátaradio-samrøður.
Fyrst fekk Vilmund orðið á Brand Davidsen úr Tjørnuvík, ið koyrdi buss á Sandoynni í mong ár. Sum ungur var Brandur Davidsen eisini við línubáti í Ný Fundlandi, men tað er ikki nakað hann vildi roynt aftur.
Vilmund fór síðani umborð á bátin "Nelson", har prátaði hann við Hans, Bjarna og Ásbjørn Nielsen.
Omanfyri ber til at hoyra hesar samrøðurnar hjá Vilmundi Jacobsen, bátaradioreportara.











