Bátahugni er í Hvalvík í dag. Rás2 sendir Bátaradio, og sum vant er Vilmund D. Jacobsen reportari.
Fyrstu prátini Vilmund gjørdi í dag var umborð á bátinum við tí sjáldsama navninum "Sir Humprey".
Vilmund prátaði við hjúnini Kára og Fríðunn Jacobsen, og hann prátaði eisini við níggju ára gamla son teirra, Tummas.
TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir tí triðju MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Vilmund gjørdi við familjuna Jacobsen umborð á "Sir Humprey".