Bátafestivalur í besta veðri

Lítil ivi er um, at tað var ein røtt avgerð hjá Bátafelagnum á Toftum at útseta ársins fyrsta bátafestival í eina viku.

Ætlandi skuldi festivalurin vera seinasta leygardag, men stutt frammanundan - einar tveir dagar ella so - gjørdi nevndin í felagnum, sum stendur aftanfyri festivalin av, at útseta tiltakið í eina viku - við at kalla óbroyttari skrá.

DMI sigur, at í morgin - fríggjadagin - verður gott veður, 3-8 metrar um sekundið við hita upp í 13 stig.

Leygardagin verður sambært donsku veðurstovuni á leið sama veður, 3-8 metrar um sekundið, og hitin kemur upp í eini 10 stig.

Bæði fríggjadagin og leygardagin verður sagt frá turrum veðri - fyri tað mesta - og av og á sær sólin.

Sunnudagin verður um leið sama veður, 2-5 metrar um sekundið, men sunnukvøldið verður hann landsynningur, og tá kann vindurin koma upp í einar 10-15 metrar um sekundið.

Samanumtikið sigur veðurstovan hjá DMI frálíkt bátastevnuveður.

Tí kunnu tey, sum standa aftanfyri tiltakið í Nes kommunu, fegnast um, at bátafestivalurin ikki varð hildin seinasta leygardag, tá serliga fyrraparturin royndist vánaligur.