Ætlandi verður talan um bygning í fýra hæddum við skrivstovu, skeiðshølum og kanska eisini eini pubb. Tað sigur Kartni Olsen, formaður í Tórshavnar Bátafelag, við Sosialin í dag.
- Jú, vit ætla at byggja, tað er sikkurt. Vit hava fingið byggiloyvi og hava tekningarnar. Men tað eru framvegis onkur ting, vit mugu fáa upp á pláss, millum annað eina endaliga kostnaðarmeting og at fáa fíggingina upp á pláss, sigur formaðurin.
Hann sigur, at felagið ætlar at nýta tvær hæddir sjálvt, og at restin skal leigast út.
Her er ein møguleiki, at írsk pubb verður í niðastu hæddini. Umboð fyri eina írska ketu vóru í Føroyum og vitjaðu í summar, og sum skilst arbeiða teir framvegis við ætlanum um at lata upp pubb í Vágsbotni.