Hetta hevur verið eitt ynski frá bátafelagnum í nógv ár, men tað eru altíð aðrar verkætlanir, sum hava fingið hægri raðfesting. Býráðið hevur møguleikar at útvinna fleiri pláss til bátaeigarar, vit hava Álagerð, Sund og Gamlarætt. Á øllum hesum plássum eru møguleikar til bátadrátt, men tað manglar bert viljin at fáa gjørt ein bátadrátt. At hava bát er ein partur av okkara mentan, og er eisini blivin ein lívsstílur sum so nógv annað, sum eisini krevur sínar sømdir. Hesar manglandi sømdir til tykkum bátaeigarar, vil eg, sum valevni, arbeiða fyri at tit fáa hesar sømdir.
Hvussu nógv nýggj bátapláss eru komin í farna valskeiði?.










