Bústovnarnir fara í søguna

Á nýggjárinum fer lógin um uppihald á stovni úr gildi og tá fáa allir pensjónistar, bæði fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar, vanliga pensjón uttan mun til bústað. Samstundis skulu pensjónistarnir rinda fyri uppihald og tænastur.

Í kjalarvørrinum av hesum broytingum hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tikið stig til at umskipa bústovnarnar til sambýli.

- Eg haldi tað er týdningarmikið, at broytingin í pensjónsviðurskiftunum eisini verður endurspeglað í bústaðarviðurskiftunum. Tískil havi eg gjørt av at avtaka skipanina við teimum sjey bústovnunum.

Tað var í heyst, at løgtingið samtykti at javnseta allar pensjónistar. Landsstýriskvinnan fegnast um lógarbroytingina, tí við broytingini verður fíggjarliga rættarstøðan hjá pensjónistum, sum búgva á stovni, munandi styrkt.

- Sjálvsavgerðarrætturin er sanniliga eisini galdandi fyri pensjónistar. Tað hevur verið ósømiligt og óvirðiligt, at fólk hava fingið lummapengar. Sjálvandi skulu borgarar, sum fáa bútilboð, hava somu grundleggjandi rættindi, sum tey hava, tá ið tey búgva heima, heldur Annika Olsen.

Eitt, sum liggur landsstýriskvinnuni í almannamálum nær at hjarta, er at gera upp við stovnstankan í Føroyum.

- Tað verður ofta havt á lofti, at í Føroyum verða fólk á stovni institutionaliserað. Tað er hesi tankagongd, vit skulu burtur frá.

- At umskipa bústovnarnar til sambýli er ein uppgerð við stovnstankan og eitt fyrsta stig til, at øll, uttan mun til førleika og bústað, varðveita sjálvsavgerðarrættin, sigur Annika Olsen.