Bústaði hevur fingið loyvi at byggja 17 íbúðir á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.
Bústaðir fekk endaliga loyvi frá byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu í gjár.
Av teimum 17 íbúðunum, eru 11 vardar íbúðir og seks eru vanligar íbúðir. Almannaverkið umsitur tær vardu íbúðirnar.
Hinar íbúðirnar eru 100 fermetrar til støddar og verða leigaðar út eftir vanligum leisti.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.