Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, finnist at ætlanini hjá landsstýrinum um at lata Bústaðir selja lánsbrøv fyri at fíggja komandi bygging.
Jørgen Niclasen hevur sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, fyrispurning um málið. Hann vil hava at vita, um landsstýriskvinnan fer at játta Bústøðm at skuldarbinda landskassan, ell um landsstýriskvinnan fer at biðja Bústaðir selja verandi sethúsalán til at tryggja grunninum likviditet.
- Landsstýrið hevur boðað frá at Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) skulu fáa heimild at taka stór lán og harvið skudarbinda skattgjaldaran. Hetta stríðir ímóti ætlanum hjá øllum flokkum, um at minka um almennu skuldina, sigur Jørgen Niclasen.
- Bústaðir hevur eftir stuttari tíð brúk yvir 300 milliónir krónur. Endamálið var at fáa fleiri bústaðir. Bústaðir hava millum annað keypt blokkar og íbúðarbýlingar frá bankum og komunum. Her er eingin nýggjur bústaður komin burturúr, men pengakassin hjá bústøðum er tødnaður, heldur Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at Bústaðir hava aðrar møguleikar enn at selja lánsbrøv fyri at fáa likviditet.
- Bústaðir kunnu selja av verandi bústøðum og byggja nýtt við pengunum. Annar møguleiki er at selja verandi sethúsalán. Bústaðir hava eitt stað millum 100 og 200 mió. kr. úti í vanligum bústaðarlánum. Grunnurin kann tí selja hesi lán og harvið útvega likviditet. Hetta hevur onga ávirkan á lántakarnar. Í triðja lagi eiga sosialir bústaðir at fíggjast yvir fíggarlógini og ikki úr einum eksternum grunni, sum landskassin hongur upp á, sigur Jørgen Niclasen.










