Bústaðartrot: – Ov lítið verður gjørt

Arnhild Maria Poulsen, sum fyri góðari viku síðani skrivaði eini boð á Facebook, har hon bjóðar fólki, sum mangla bústað, heim í stovu sína at búgva, ilskast inn á politikarar, sum raðfesta tunlar og aðra bygging, men sum ikki síggja stóru neyðina, sum fleiri føroyingar dagliga eru í.

 

 

Les eisini: Letur dyrnar upp fyri heimleysum føroyingum

 

 

– Tá eg var heimleys, ringdi eg til allar kommunurnar í Føroyum, skrivaði til politikarar og løgtingsfólk og spurdi meg fyri allastaðni. Ongin fekk hjálpt mær. Eg fór eisini til tey smáu økini og minnist serliga ein túr til Sandoynna við børnunum, har eg fór fyri at tosa við kommununa, um tey ikki høvdu onkran bústað til okkara, sigur hon.

 

 

Hon ilskast inn á myndugleikar og politikarar, ið onki gera við trupulleikan og ikki svara teimum, sum skríggja eftir hjálp.

 

 

– Onki verður gjørt við stóra bústaðartrupulleikan. Ístaðin fyri at byggja bíligar bústaðir, so raðfesta tey, sum sita við valdinum, at byggja tunlar. Fólkið hevur ein annan tørv, staðfestir hon.

 

 

Hon greiðir frá, at í eini slíkari støðu kennist tað, sum ein ikki passar inn í samfelagið.

 

 

– Soleiðis kendist tað. Eg var bara til problemir, og samfelagið var for lítið til mín, staðfestir hon.

 

 

– Tað er keðiligt, tá ein hevur arbeitt og goldið skatt, sum øll onnur, og kortini endar í eini slíkari støðu. Tá kennist tað, sum leggur samfelagið onki í teg, ella hvussu tú livir. Tað er ikki pláss fyri øllum í samfelagnum, staðfestir hon.

 

 

Hon sigur, at hon hugsar sera nógv um tey, sum eru í eini støðu, har tey ongan bústað hava. Tað er ikki ein ynskilig støða, og tí valdi hon at leggja uppslagið á Facebook, har hon bjóðaði stovu sína til onkran, sum er í trongstøðu. Enn er ongin fluttur inn í stovuna hjá Arnhild Mariu, og hon vónar, at orsøkin ikki er stoltleiki. Tí, sigur hon, at ein skal ikki vera ov stoltur til at takka ja til hjálpina, sum verður einum boðin.

 

 

– Eg veit, at mong mangla bústað og eitt pláss at vera. Enn havi eg ongan fingið inn at búgva, og eg haldi, at tað er tí, at fólk skammast, men tað haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til, sigur hon.

–Eg hopi, at onkur setur seg í samband við meg, og eg fái hjálpt onkrum í neyð. Tey skulu vera hjartaliga vælkomin, leggur hon afturat.