BYGNINGUR
Partur av stóra bygninginum hjá Føroya Sparikassa við Tinghúsvegin í Havn verður leigaður til Almannastovuna. Leigumálið byrjaði í februar mánaði í ár og er ætlað veitingardeildini á Almannastovuni.
- Nærum allur búskaparligi parturin á Almannastovuni er miðsavnaður í eina veitingardeild, ið umsitur mestsum allar tær 700 mió. krónurnar, Almannastovan arbeiðir við á hvørjum ári, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.
Búskaparligi parturin verður miðsavnaður fyri at gera málsviðgerðina eins og betri sambært teimum bygnaðarbroytingum, stovnurin er fyri í løtuni. Til bygnaðarbroytingarnar eru avgreiddar, framímóti árslok, eru tey øki, ið umsita búskaparliga partin, flutt inn í stóra bygningin. Hesi eru málsviðgerð í sambandi við pensjón, dagpening, barnapengar, og uppihaldspengar.
Stóri bygningurin, Almannastovan ræður yvir í J. Broncsgøtu, er alt ov lítil til nógva virksemið á stovninum. Umframt leigar stovnurin í bygninginum, har Hjálpitólarmiðstøðin heldur til, og í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy.