Megin í føroyska búskapinum dragnar í mun til grannarnar. Hvør íbúgvi í Føroyum skapar bara 80 prosent av tí sum ein dani, svii, finni ella ein norðmaður fáa frá hondini í BTÚ. Hvønn dag veksur almenna skuldin og harvið rentubyrðan, tí politiska skipanin ikki fær bilbukt við javnarnar á fíggjarlógini og demografiska pyramidan smalkast støðugt á miðjuni: tey verða alt færri, sum skulu lyfta tey, sum enn ikki eru komin inn á arbeiðsmarknaðin og tey, sum hava strítt seg inn til pensiónina. Avleiðingin kann skjótt gerast, at tey sterkastu flyta burtur. Kostnaðarstøðið, høgi persónsskatturin og stóri flutningskostnaðurin ímillum lond ger ikki støðuna betri.
Tveir týdningarmiklir faktorar av nógvum eru skeivi javnin á fíggjarlógini og alt ov lítli útflutningurin. Minka vit eirindaleyst almennu útreiðslurnar, smalkast vælferðarsamfelagið, men trupulleikin er, at vit ikki megna at fíggja tað samfelagið, sum politiska ambitiónsstøðið er til. Skera vit í vælferðini, er møguleiki fyri uppaftur størri fráflyting, og tí eiga politikarnir at skipa vinnugrundarlagið øðrvísi. Útflutningurin er bara áhugaverdur í mun til innflutningin, tann javnvágin skal eisini vera í lagi, yvir ár í hvussu er. At kalla allar nýtsluvørur verða innfluttar, tí má fokusið haldast á vavinum á eksportinum. Higartil hava fiskivinna og aling verið álitið, og seinastu árini hevur alingin verið hornasteinurin.
Næsta valstríð skal snúgva seg um, hvussu vit røkka sama BTÚ fyri hvønn íbúgva sum grannarnir.
Sammett við landaøki og fólkatal eiga vit óvanliga stórar og ríkar havleiðir. Tá vit hugsa um produktión eru fiskastovnarnir fremst í huga. Og her gongur ikki væl. Toskurin og hýsan eru illa fyri. Búskaparliga íkastið til samfelagsraksturin hevur verið hareftir. Fiskidagaskipanin flýtur tungt í sjónum sum stovnsrøktarmekanisma. Politiska skipanin hevur ikki rygg til at dagføra hana við støði í fiskastovnunum, men velur framvegis at taka støði í fiskiloyvunum, sum vórðu latin ókeypis í 1996.
Fyri 18. august skal Løgtingið taka avgerð um talið á fiskidøgum. ICES og Havstovan rópa varskó, og keypsmarknaðurin gerst alt meira trekur at keypa okkara fiskavørur. Vit eru tí komin til eitt vegamót. Fólkið eigur at krevja, at optimal úrtøka fæst burtur úr ogn tess. Tingið eigur at taka støði í stovnunum og gera tann recovery planin, sum fiskifrøðingarnar mæla til, har ein miðvís og bindandi ætlan verður gjørd fyri, hvussu vit fáa stovnarnar endurbygdar. Vit eru nú 30 túsund tons skeivu megin javnvágina í avreiddari nøgd í høvuðsfiskastovnunum, og hevði alt úr havinum verið virðisøkt, so hevði handilsjavnin verið 1 til 1,5 milliard krónur betri, og lønarinntøkurnar munandi størri. Verður flotin minkaður niður í fíggjarliga burðardyggar eindir, minka útreiðslurnar, og harvið fæst vinningur í innflutningin og í globala umhvørvisroknskapin.
Fáa vit skil á fiskivinnuni, soleiðis at hon og samfelagið vinna meira pening, kemur glið á so mangt annað, tí mesti váðafúsi kapitalurin er í fiskivinnusegmentinum. Fer hesin at gera íløgur í aðrar enn ókendar vinnur ,kann tað gerast alternativi møguleikin hjá mongum teirra, sum í hesum døgum vinna sær nám í fremmandum londum. Harvið var almenni sektorurin ikki teirra einasti møguleiki, tá tey aftur eru klár at taka eitt tak fyri tær framleiðandi Føroyar. Fáa vit ikki skil á fiskivinnuna beinanvegin, og seta vit ikki ein veruligan vinnupolitikk á dagskránna sum fyrstu raðfesting, verður trupult at røkka grannalondunum, sum súgva okkara frægasta og mest mobila fólk frá okkum. Tey sum ætlandi skuldu byggja land.