Búskaparráðið nýggjan skrivara

Fróðskaparsetrið hevur átikið sær uppgávuna at veita búskaparfrøðiligu skrivaratænastuna fyri Búskaparráðið, og Ólavur Christiansen er settur sum skrivari.

Ólavur Christiansen, lektari í búskaparfrøði, skal samskipa dagliga arbeiðið og sjálva tilgerðina av frágreiðingum frá Búskaparráðnum. Starvið verður á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum heldur til í hølum Setursins í Jónas Broncks gøtu.

Búskaparráðið skal geva út tvær frágreiðingar um árið, sum partvíst eru lýsingar av konjunkturunum við búskaparpolitiskum tilmælum, og partvíst eru lýsingar og tilmæli í sambandi við onnur búskaparlig mál, sum ráðið sjálvt velur at taka fram.