Búskaparlig spekulatión – ein politisk eftirlitsuppgáva

Føroyingar sum onnur runt um í heiminum brúka hugtøk, sum ongantíð fyrr, serliga nú ein álvarsom kreppa herjar í fíggjarvinnuni í td. USA og Evropa, herundir hjá okkara nærmasta granna Íslandi. Eitt av hugtøkunum, sum verður brúkt, er spekulatión ella búskaparlig spekulatión, sum elvandi til búskaparligar kreppur av ymiskum slag. Í donsk-føroysku orðabókini stendur m.a um orðið at spekulera: Grunda, hugsa ella ætla sær at vinna pening av einum. Sæð út frá einum marknaðarbúskaparligum sjónarhorni, kann hugtakið allýsast meira fjølbroytt og nýtuligt í kjakinum um búskapar- og fíggjarkreppu, orsøkir o.a.

Vanliga, tá hugtakið verður brúkt, er tað oftast í einum negativum týdningi, av tí, at tað so líðandi er vorðin ein vanlig fatan, at spekulation er gott fyri nøkur fá og minni góð fyri tey flestu. Hóast hetta, verður spekulatión góðtikið sum nakað, ið er komið fyri at verða.

 

Hugtakið spekulatión er knýtt at marknaðarbúskapi og er í veruleikanum so tætt atknýtt , at vit ikki kunnu fáa ein marknaðarbúskap at virka uttan spekulatión. Í breiðastu merking er talan um eitthvørt slag av keyp og sølu av vørum, tænastuveitingum, fastari ogn, virðisbrøvum og peningi, har seljarin ynskir hægst møguligan prís fyri eitt produkt, og keyparin vil hava tað so bíligt sum møguligt – hetta er tað vit kunnu fata sum marknaðarbúskapur. Marknaðarkreftirnar avgera prísin – tað er ein spurningur um útboð og eftirspurning.

 

Tá vit dagliga tosa um spekulatión, hugsa vit um handil við virðisbrøvum (partabrøv og obligatiónir) og peningi, somuleiðis sum vit eisini tosa um fastar ognir. Spekulatión við føstum ognum er vanliga negativt umrøtt av teimum fólkum, sum ikki eiga fastar ognir.

 

Spekulatión kann gagna einum stórum parti av marknaðinum ella fleiri av okkum sum forbrúkarar o.a. – meðan ein annar formur fyri spekulatión mest gagnar nøkrum heilt fáum – og sum oftast uppá bekostning av skattgjaldarunum, innlánarum o.a.

 

Fólk kunnu skjótt gerast samd um, at sløgini av spekulatión fyrikoma í flestu av londunum og eisini í Føroyum – spurningurin er bara um spekulatiónin í Føroyum seinastu árini hevur gagnað nøkrum fáum (negativar avleiðingar), men ikki gagnað teimum flestu (positivar avleiðingar). Hetta merkir, at íløgur og verkætlanir ikki eiga at grundast á, at skattgjaldarin í kommunu- og landsskatti skal bera part av einum kostnaði ella hanga uppá langtíðarkontrakir fyri, at eitt vinnuligt prosjekt kann hanga saman búskaparliga. Tað skal heldur ikki kunna lata seg gera at selja seg politiskt við pengum frá tí almenna, td. veita stuðul umvegis almennar grunnar, selja almennar ognir ov bíliga o.a. – nærmast fyri at røkja privat áhugamál.

 

Viðmerkjast kann, at opin landamørk við teimum fýra frælsunum hevur skapað størri og sterkari møguleikar fyri øllum sløgum av búskaparigari spekulatión – td. á EU-marknaðinum. Tað verður spekulerað í bæði góðum og ringum búskaparligum tíðum – eitt nú vilja pengasterkir persónar og feløg fara uppá innkeyp í krepputíðum - keyparans marknaður.

 

Tað er uppgávan hjá politisku skipanini at hava eftirlit við marknaðunum, soleiðs at gongdin í størri mun verður merkt av politikki, sum má ganga út yvir marknaðarkreftirnar, tvs. spekulantarnir. Myndugleikarnir í sjálvstøðugu londunum rundanum okkum hava fíggjarpolitisk amboð og aðra lóggávu at stýra ella ávirka spekulatión – umframt ein tjóðbanka at ávirka td. rentistøði umvegis aktivan penga- og valutapolitikk.

 

Danski politikarin Per Stig Møller segði tað soleiðis í einari radiosamrøðu við P1 tann 8. januar 2001: "Hvis du skal have et frit marked, så skal du beskytte friheden på markedet. Og du beskytter ikke friheden på markedet, hvis markedet i virkeligheden går ud på, at nogle skal maksimere nogle enorme indtægter på manges bekostning. Det er den økonomiske friheds paradoks, som jeg er inde på der. Du kan ikke have økonomisk frihed, hvis ikke du har en overvågning og regulering af friheden - for ellers forsvinder friheden.”