Sáttmálasamráðingar
?Skattalættin, sum Løgtingið hevur samtykt, førir ikki til at lønarkrøvini verða linari.
Magni Lakáfoss, búskaparfrøðingur, sigur, at tað er beinleiðis skeivt, tá ið Karsten Hansen tvíheldur um, at skattalættin, sum nú er latin, eigur at føra til, at fakfeløgini skulu halda aftur í lønarkrøvunum.
?Tað eru ógvuliga fáir búskaparfrøðingar í øðrum londum, sum halda, at skattalættin hevur nakran sum helst týdning fyri lønarkrøvini, so at tey verða lægri.
Tvørturímóti er veruleikin, at skattalættin ger, at lønarkrøvini verða enn hægri.
? Tað kemur av tí, at skattalættin førir til, at økt trýst verður lagt á búskapin.
Magni Laksáfoss sigur, at tá ið skatturin verður lækkaður, verður meiri til nýtslu og tað førir eisini til økt forbrúk.
?Tað førir so aftur við sær, at byggivirksemið økist, at fólk keypa fleiri bilar, keypa meiri klæðir og ferðast meiri enn tey plaga. Sostatt krevjast fleiri handverkarar, samstundis sum bilasølurnar, klædnahandlarnir og ferðaskrivstovurnar noyðast set seta meiri fólk í starv - sum so aftur hava meiri til nýtslu o.s.fr.
?Sostatt er avleiðingin av skattalættanum tann, at enn meiri virksemi verður í samfelagnum. Skattalættar seta gongd á búskapin og tískil verður eisini brúk fyri meiri arbeiðsmegi. Og tá ið tørvurin á arbeiðsmegi økist, førir tað eisini til størri trýst á arbeiðsmarknaðin og tí førir tað til hægri løn.
Búskaparfrøðingurin sigur nevniliga, at arbeiðsmarknaðurin er ikki øðrvísi enn allur annar marknaður. Tað merkir, at tað er spurningurin um útboð og eftirspurning, sum avgera prísin. Størri trotið er á arbeiðsmegi, tess meiri kostar hon. Størri arbeiðsloysið er, tess minni krevja fólk í løn fyri at fáa arbeiði.
Hann sigur, at støðan í kreppuni í nítiárunum er eitt gott dømi um tað, tí tá hækkaði lønin als ikki í nøkur ár, tá ið arbeiðsloysið var størst.
? Tí haldi eg, at lønarkrøvini, sum nú eru sett fram, eru ein heilt natúrlig avleiðing av støðuni á arbeiðsmarknaðinum beint nú, sigur Magni Laksáfoss.
Onga ávirkan á inflatiónina
Magni Lakáfoss er heldur ikki samdur í, at størri løn, førir til hægri inflatión, tvs, prísvøkstur.
?Vit innflyta næstan allar okkara vørur og tí verður inflatiónin eisini skapt uttanlands. Tað, sum avgerð prísstøðið í Føroyum, er gongdin í oljuprísinum og matvøruprísinum uttanlands, sum vit als onga ávirkan hava ár.
-? Sostatt hava vit at kalla onga ávirkan á inflatiónina í Føroyum
?Tí er als onki hald í tí, tá ið sagt verður, at tað nyttar onki at geva hægri løn í Føroyum, tí alt verður etið upp aftur av hækkandi prísum.
Magni Laksáfoss sigur, at hetta er ein góð mynd í stórum samfeløgum, sum USA, Týsklandi og Bretlandi, sum ikki hava so stóran innflutning, men sum framleiða tað mesta av vøruni sjálvi.
? Hinvegin skapar lønarvøkstur í Føroyum inflatión í útflutningsprísinum, tí tá ið lønin økist, verður vøran, sum vit skulu útflyta, dýrari at framleiða.
?Men prísurin á útflutningi kann ikki trýstast upp, tí tað er marknaðurin, sum vit selja til, ið avger prísin. Tí førir lønarvøkstur til trupulleikar í útflutningsvinnuni og tað gongur útyvir kappingarførið, sigur Magni Laksáfoss.
? Tað er onki undarligt í hesum her, tí hetta er púra vanlig búskaparfrøði, leggur hann afturat.
Hann heldur, at lønarvøkstur fer serliga at raka fiskavirkini og at seta tey undir trýst, tí tey fara at fáa hægri útreiðslur.
-? Hinvegin hava tey yvirskot nú, so tey verða ikki trýst líka hart av eini lønarhækking nú, sum tey blivu í áttatiárunum, táið tey øll høvdu ovurstór hall at dragast við.
?Og at tosa um at landið fer at kollsigla fyri tað um lønirnar hækka, heldur hann er heilt burturvið.
Hinvegin heldur hann, at tað er lítið høpi í, at samanbera lønarkrøvini í Føroyum við lønarkrøvini í øðrum londum og at brúka tað sum prógv fyri, hvussu órímilig lønarkrøvini hjá arbeiðarafeløgunum eru í Føroyum afturímóti lønarkrøvum í øðrum londum.
?Støðan á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum kann als ikki samanberast við grannalond okkara. Í Týsklandi eru lønarkrøvini avmarkað, men har er stórt arbeiðsloyvi. Tað ber heldur ikki til at samanbera okkara viðurskifti við Grønland, har eisini arbeiðsloysi er og har viðurskiftini eru heilt onnur, eins og arbeiðsloysið eisini veksur í Danmark og í USA, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur.