Børn vita væl, hvat tey sjálvi duga

Gitte Klein
----

Maika Lindenskov Samuelsen hevur eina viðmerking til lesarabrævið Forskúli uttan PISA, har hon vísir á ymiskt áhugavert. Eg vil tí loyva mær at gera nakrar viðmerkingar til hennara.

Allarfyrst,vil eg gera vart við, at orsøkin til, at eg í lesarabrævinum tosaði um skipaða læring, er tann, at Jógvan Philbrow í Eygleiðingini í ÚF 26. februar vísti á, at børn ikki kunnu fara í skúla sum seks ára gomul, tí læringin í skúlanum er skipað, og at henda skipaða læringin er skaðilig, serliga fyri dreingjabørnini, og elvir til, at kreativu evnini hjá børnunum verða dripin. Eg vísti hesum aftur við at siga, at læringin á dagstovnunum kring landið sanniliga eisini er skipað. Og við ítøkiligum dømum gevur Maika mær í viðmerking síni rætt í hesum. Tvs. at undanførslan hjá Jógvani Philbrow um skipaðu læringina sum orsøk til, at børn ikki kunnu fara í skúla eitt ár fyrr, als ikki kann nýtast, tí henda skipaða læringin sanniliga eisini fer fram á dagstovnunum.
Maika vísir á, at týdningarmesti munurin millum TRAS og lesiroyndirnar, er, at børnini ikki fáa at vita, hvat tey IKKI duga. Hon vil vera við, at tá barnið fær at vita tað, sum tað ikki dugir, gongur hetta út yvir sjálvsálitið. Lærarar siga foreldrum á foreldraviðtaluni frá, hvar barnið skal styrkjast, og nakrir lærarar velja, at barnið skal við til foreldraviðtaluna og fáa at vita, hvat tað skal arbeiða víðari við. Men at hetta skal ganga út yvir sjálvsálitið hjá barninum, eri eg ósamd í.
Fyri tað fyrsta mugu vit endiliga ikki fyrigykla okkum, at børn eru so óvitandi, at tey ikki vita, at tey ikki duga eins væl og hini.
Við at tiga tað burtur, at barnið ikki dugir okkurt, sum tað átti, gera vit júst tað, at barnið fær eina fatan av sær sjálvum sum øðrvísi enn hini, tí vit tora jú ikki at tosa opið um tað. Hinvegin skulu vit nettup seta orð á, at tað eru nøkur ting, sum barnið kann gera fyri at ogna sær tann førleikan, tað í hesi løtu ikki hevur, og vit skulu vísa barninum, at tað sjálvt er ført fyri, gjøgnum miðvíst arbeiði, at gerast betri. Tá barnið sær, at tað er ført fyri at ávirka egnu støðu sína og hevur møguleikan at gera nakað við hana, styrkist sjálvsvirði. Sjálvsvirðið styrkist ikki, tá vit velja ikki at seta orð á tey ting, barnið ikki dugir. Barnið veit tað jú longu. Og tí er tað av so ómetaliga stórum týdningi, at barnið varðveitir eina fatan av, at tað, í sjálvum sær, er í lagi – eisini hóast tað enn ikki hevur ognað sær ávísar førleikar. Líka so umráðandi er tað tó, at barnið varðveitir trúnna á, at tað sjálvt megnar at broyta støðu sína. Tað er so týdningarmikið at barnið sær, at tað er í lagi, at vit ikki duga okkurt, men líka so týdnignarmikið er tað, at barnið lærir, at tað altíð kann læra seg henda førleikan.
Eg haldi tí fast við, at TRAS og lesiroyndirnar kunnu samanberast, tí tær, eins og TRAS, geva eina ábending um, hvar barnið er, og hvat vit og barnið skulu arbeiða víðari við. Viðvíkjandi styrkjunum, so er tað ein sjálvfylgja, at mann arbeiðir við støði í tí, sum barnið longu dugir.
Ein orsøk til, at børn skulu byrja eitt ár fyrr í skúla, er tann, at tey natúrliga eru áhugað í tølum og bókstavum hetta tíðarskeiðið. Fleiri kanningar vísa, at innara motivatiónin er tað týdningarmesta slagið av motivatión, tá vit skulu læra. Eftirsum innara motivatiónin fyri at læra at lesa, skriva og rokna er nógv størst í hesum aldri, er tað týdningarmikið, at lærarar kunnu lofta hesum natúrliga forvitni. Gera vit ikki tað, er møguleikin fyri at henda týdningarmikla motivatiónin fer framvið. Tað merkir, at tá barnið so fer í skúla sum sjey ára gamalt, skulu vit aftur til at arbeiða við at motivera tey fyri at læra.
At børnini eru klár til nakað annað enn barnagarð eru allir skúlabólkarnir, sum eru á dagstovnunum kring landið dømi um. Onkursvegna hava starvsfólkini sæð, at vanliga barnagarðstilboðið ikki hevur verið nøktandi. At orsøkin til at vanliga tilboðið í barnagarðinum ikki er nøktandi, allarhelst er tann, at børnini eru komin har til í menningini, at tey krevja aðrar avbjóðingar eitt nú at lesa og skriva, er ógvuliga sannlíkt og enn eitt dømi um, hví skúlaaldurin skal lækka.
Eg ivist onga løtu í, at lærarar og námsfrøðingar í felag kunnu lyfta hesa uppgávuna á eitt hægri støði, og tað er eisini mín vón.