Børn úr Liberia fáa føroysk stuðulsforeldur

Fjúrtan børn í Liberia fáa nú stuðul frá stuðulsforeldrum gjøgnum føroyska felagsskapin ABC barnahjálp. Fyrstu stuðulsforeldrini fingu møguleika at tekna seg sum stuðlar á ársfundinum hjá felagsskapinum mikukvøldið

Síðani ABC barnahjálp í Føroyum varð stovnað í desembur 2006, hevur verið arbeitt fram ímóti eini stuðulsforeldraskipan.


Stuðulsforeldraskipanin er høvuðsarbeiðið hjá felagsskapinum, og á ársfundinum mikukvøldið fór stuðulsforeldraskipanin hjá ABC barnhjálp av bakkastokki.


Áhugin er stórur at stuðla, og hava 14 børn longu fingið stuðulsforeldur.

Børnini eru gentur og dreingir í øllum aldri. Mynd er av hvørjum einstakum barni og stuðulsforeldrini kunnu velja sær barn eftir kyni og aldri.


Seinasta heyst fór ABC barnahjálp undir at byggja skúla til 500 næmingar nærhendis høvuðstaðnum Monrovia í Liberia. Skúlin væntast at verða liðugur til skúlaársbyrjan í heyst.

Hóast skúlin ikki er liðugur enn, hevur ABC Children’s Aid í Liberia tikið 49 foreldraleys børn til sín. Børnini búgva í løtuni undir vánaligum og trongum umstøðum. Trýstið á felagsskapin um at taka fleiri børn inn er stórt, sigur Matthew Zakeuh, leiðari av arbeiðinum í Liberia.


Síðani tað frættist, at ABC er í ferð við at byggja skúla og skúlaheim eru komnar uppringingar úr øllum landinum við áheitanum um at taka foreldraleys børn inn. Men av tí at skúli og skúlaheim ikki eru liðug enn, ber ikki til at taka fleiri børn inn í løtuni. Tað resta um 170.000 krónur í til at gera skúlan lidnan. ABC barnahjálp er nú í ferð við at savna pening inn til at gera skúlan lidnan.


Ætla at stuðla 500 børnum


Ætlanin er at fáa stuðulsforeldur í Føroyum at stuðla øllum 500 børnunum. Sambært metingum hjá UNICEF eru 250.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttanífrá hava hesi børn lítlar og ongar vónir um skúlagongd og útbúgving. ABC ynskir við hesi verkætlan at vera við til at skapa so nógvum av hesum børnum sum yvirhøvur gjørligt møguleika til skúlagongd, útbúgving og varandi menning.


Frá ABC barnahjálp verður sagt, at tey sum ynskja at stuðla einum barni kunnu seta seg í samband við Andreu Niclasen Stórá á telefon 282585 ella senda ein teldupost til andrea@barnahjalp.fo.


Um stutta tíð verður eisini møguleiki at síggja og velja sær børn at stuðla á heimasíðuni hjá ABC barnahjálp: www.barnahjálp.fo