Børn og ung í sorg hittast aftur

Berin, sum er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin, fer nú aftur undir eitt nýtt skeið fyri bólkar.

Nýggir bólkar byrja aftur mikudagin 22.februar, sigur Alisa Hammer frá Beranum.

Endamálið við Beranum er at savna børn og ung ið hava mist, og at geva teimum høvi til at møta øðrum børnum og ungum í somu støðu.

- Harumframt er endamálið at stuðla teimum í at seta orð á kenslur og tankar, ið eru knýtt at sorgini.

- Á henda hátt hava tey, sum frálíður, størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Børnini og tey ungu møtast annan hvønn mikudag frá klokkan 16 til 18 í hølunum hjá heilsufrøðinginum í Eysturskúlanum.

- Higartil hava millum 200-300 born og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við, sigur Alisa Hammer.

Tey børn og ung, sum hava verið knýtt at Beranum, lata sera væl at.

- Tað, tey fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu.

- Í einum slíkum felagsskapi uppliva tey, at tað eru onnur ið veruliga skilja tey.

- Hetta ger tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sar sjálvum, tað brynjar tey til at koma víðari.

Berin hevur eina heimasíðu og hon er á www.berin.fo