Børn og ung skulu nú fáa ókeypis viðgerð frá sálarfrøðingum

Eini 20 - 40 prosent av børnum hava sálarligar trupulleikar longu áðrenn tey hava fylt 14

Nú skal landsstýrið leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at tryggja børnum og ungum ókeypis – og lætta – atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

Tað eru allir flokkar á Løgtingi samdir um.

Upprunaliga vóru tað Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum løgdu uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at landsstýrið skal leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið.

 Men nú hevur Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum eisini viðgjørt málið, og har er full semja ímillum flokkarnar í nevndini, nevniliga Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, og Tjóðveldi, um at seta eina slíka skipan í verk.

Í hesum sambandi hevur tað verið víst á, at alsamt fleiri børn og ung verða víst til sálarfrøðing, samstundis sum at alsamt fleiri ung fáa heilivág fyri sálarligar trupulleikar.

Almannaverkið hevur víst á, at sálarligar líðingar er fremsta orsøkin til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Og Sernám hevur víst á, at tað eru alsamt børn og ung, sum hava sp svárar, sálarligar trupulleikar, at tey klára at vera í skúla.

Somuleiðis vísa skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum hevur trupulleika ið kunna ávirka sálarligu heilsu teirra.

Gransking vísir, at longu áðrenn tey eru 14 ára gomul, eru tað ímillum 20 og 40 prosent av børnum og ungum, sum hava verið merkt av álvarsligum sálarligum trupulleikum, siga tey í uppskotinum, sum varð lagt fyri Løgtingið.