Børn og ung fáa nú ókeypis heilivág

Hereftir skulu børn og ung undir 18 ár, ikki longur rinda fyri heilivág.

Tað er úrslitið av eini lóg, sum kemur í gildi 1. juni, tað er nú leygardagin.

Lógin um Heilsutrygd er broytt, men fleiri av broytingunum fara borgararnir ikki at merkja.

Men ein broyting sum fer at merkjast, er, at nú er tað broytt, hvussu nógv, fólk sjálvi skulu rinda fyri heilivág, tey fáa frá læknanum, sigur Heilsutrygd.

Frá 1. juni, skulu børn og ung upp til 18 ár ikki gjalda nakað fyri heilivág, sum tey fáa frá lækna og sum Heilsutrygd annars letur tilskot til.

Sum lógin er nú rinda tey í mesta lagi 1.295 krónur.

- Egingjaldið hjá fólki í aldrinum 18 - 67 ár, verður eisini broytt.

Hjá teimum, sum keypa heilivág fyri í mesta lagi 4.000 krónur um árið, verður eingin broyting.

Men tey, sum hava brúk fyri heilivági fyri yvir 4.000 krónur um árið, skulu nú sjálvi rinda 25% av upphæddini ímillum 4.000 og 5.300 krónur.

- Hetta merkir í mesta lagi eina hækking av egingjaldinum á 325 krónur um árið.

Annars rindar Heilsutrygd allan heilivágin, sum fer upp um 5.300 krónur um árið.

Fólk, sum hava fylt 67 ár, verða ikki ávirkað av broytingini, sigur Heilsutrygd.